Svimjistevnan Handelsbanken Farum Cup 2017 byrjaði í gjárkvøldið, har tey avgreiddu kappingina á longstu teinum, 1500 frí fyri menn og kvinnur. Hjá monnum varð úrslitið at Óli Mortensen og Alvi Hjelm vunnu ávíkavist gull og silvur, við tíðum 16:09.31 og 16:40.76 sum hjá báðum vóru nakað væl frá teirra bestu tíðum. Óli og Alvi svimja fyri Hovedstadens Svømmeklub, men eru ávikavist úr Havnar Svimjifelag og Ægir.
