Master-svimjararnir hjá Havnar Svimjifelag hava megnað at vinna nógv heiðursmerki longu nú fyrsta kvøld á íslendsku meistarastevnuni fyri masters, sum er í Hafnarfirði. Ein 6 gullheiðursmerki, 2 silvur og 1 bronsu varð tað til, hetta fyrsta kvøldið.

- Í 800 frí hevur Jon Hestoy vunnið gull í aldursbólkinum 55.59 ár, við tíðini 11:09.25
- Í 50 firvald hevur Bogi Hansen vunnið gull í aldursbólkinum 70-74 ár, við tíðini 53.87, og Jon Hestoy silvur í aldursbólkinum 55-59 ár, við tíðini 33.34
- Í 100 bringu hevur Eyðun Bærentsen vunnið gull í aldursbólkinum 70-74 ár, við tíðini 1:43.89
- Í 50 frí fyri menn hevur Eyðun Bærentsen vunnið gull í aldursbólkinum 70-74 ár, við tíðini 38.26, og Bogi Hansen bronsu í sama aldursbólki við 40.56, umframt at Aksel Haraldsen við 30.53 vann gull í aldursbólkinum 55-59 ár
- Í 50 frí fyri kvinnur hevur Bergliot Ihlen vunnið gull í aldursbólkinum 70-74 ár, við tíðini 55.13, og Tóra Bærentsen silvur í somu grein við 1:06.37, umframt at Gunnleyg Durhuus við 50.61 vann silvur í aldursbólkinum 65-69 ár.
- Í 4×50 frí vunnu Sámal Olsen, Eyðun Bærentsen, Aksel Haraldsen og Jon Hestoy gull í aldursbókinum 240-279 ár, við tíðini 2:12.69.
Til ber at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á swimrankings.net