IOC góðkent 800 frí fyri menn og 1500 frí fyri kvinnur sum OL-greinar (umframt 4×100 blandað mix)

Altjóða olympiska nevndin IOC kunngjørdi í dag tær ítróttargreinar sum tey hava valt at leggja afturat skránna til OL í Tokyo í 2020, har tað fyri okkum í svimjingini er serliga áhugavert, at 800 metra frí fyri menn og 1500 metra frí fyri kvinnur nú eisini eru OL-greinar, umframt 4×100 blandað fyri mix lið (t.e. liðsvimjing við tveimum kvinnum og tveimum monnum á hvørjum liði).

Continue reading IOC góðkent 800 frí fyri menn og 1500 frí fyri kvinnur sum OL-greinar (umframt 4×100 blandað mix)

LÍV stuðlar lívbjargingini

Svimjisamband Føroya og LÍV skrivaðu í dag undir eina tvey ára stuðulsavtalu í sambandi við átakið “Eingin svimjing uttan lívbjargara”

Hetta til at styrkja um átakið, sum Svimjisambandið sjósetti í 2009, og sum síðani er bygt upp við stuðli og undirtøku frá svimjifeløgum, svimjihallum, skúlum kring landið umframt øðrum stovnum og kommunum.

Continue reading LÍV stuðlar lívbjargingini

15% avsláttur til Evropameistarastevnuna 2017

EM á stuttgeil verður sum kunnugt í Keypmannahavn í ár, frá 13. til 17. desember 2017. Donsku vertirnir bjóða í hesum sambandi nú øllum føroyskum fjepparum 15% í avsláttri uppá atgongumerki til stevnuna, um keypt verður frá í dag av og fram til 30. juni. Fyriskipararnir heilsa at tey vóna at vit gera nýtslu av hesum tilboði, so at eisini okkara góðu svimjarar fáa best møguligan stuðul.

http://bit.ly/2rTxAdj, og minnist til at dáma facebook.com/euroswim2017, til at kunna fylgja við í #EuroSwim2017

Ægir-kvinnur 4:03.56 og føroyskt met í 4×100 frí

Ægir-kvinnur settu í dag nýtt føroyskt met í 4×100 metra frísvimjing, tá ið tær á triðja degi av FøroyaMeistarastevnuni á langgeil 2017 svumu teinin uppá 4:03.56. HS-kvinnur áttu metið á 4:04.84, frá FM á langgeil í fjør. Tær sum svumu nú fyri Ægir, vóru Signhild Joensen, Jana B. Thomsen, Barbara Debes og Ásbjørg Hjelm.

Ásbjørg 34.45 og føroyskt met í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon á triðja degi av FM á langgeil 2017 svam teinin uppá 34.45 sekund. Ásbjørg átti sjálv metið á 34.61, frá Reykjavík International Games í 2015, sum hon síðani svam ájavnt við eisini á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Ungarn í 2016.

HS-menn 8:08.47 og føroyskt met í 4×200 frí

Annar dagur á FM á langgeil 2017 endaði við einum braki, tá ið HS-menn settu nýtt føroyskt met í 4×200 metra frísvimjing, við tíðini 8:08.47

HS-menn áttu metið á 8:11.63, frá FM á langgeil í fjør, og tíðin var hartil næstan 1 sekund skjótari enn landsliðsmetið, sum er 8:09.41, frá NMU 2012.

Teir sum svumu nú vóru Niels Nattestad (1998), Johan N. Dam (2002), Marius I. Gardshodn (1998) og Óli Mortensen (1996).

Heiðursmerkjabýti á FM á langgeil 2017

Her telja vit upp heiðursmerki vunnin á FøroyaMeistarastevnuni á langgeil 2017. Endaliga úrslitið varð at Havnar Svimjifelag gjørdist mest vinnandi felag, við Vár E. Eidesgaard og Óli Mortensen, bæði úr HS, sum mest vinnandi einstaklingar.

Heiðursmerkjabýti millum feløg tilsamans

Felag Gull Silvur Bronsa
HS 16 20 13
SuSvim 13 9 14
Ægir 11 9 19
FLOT  1 1
Reysti  1 1

Continue reading Heiðursmerkjabýti á FM á langgeil 2017