Her er nakað sum er farið framvið, uttan at vit góvu okkum far um tað. Evropeiska olympiska nevndin EOC avgjørdi í oktober 2016 at lata Minsk í Hvítarusslandi vertskapin fyri Evropeisku Leikirnar 2019, og kunngjørdi so í mai 2017 at millum annað svimjing ikki fór at vera á skránni tá.
Sum liður í fyrireikingunum til HM 2017, eru HM-liðið hjá Føroyum í hesum døgum á venjingarlegu á Mallorca, at venja fram til tey hin 21. juli fara til heimsmeistarastevnuna í Budapest.
FINA kunnger her eina nýggja útgávu av FINAtv, sum fer at stroyma millum annað HM í Budapest, HM fyri juniorar og World Cup stevnurnar í heyst.
Talan er um eina haldaratænastu, har tú nú kanst gjalda 20 evrur (~150 kr) fyri at síggja alt frá HM í Budapest 2017, ella 40 evrur (~300 kr) fyri at síggja alt ið sent verður hetta komandi árið.
Tænastan er sperrað í ávísum londum, sum tó ikki umfata Føroyar.
Tey siga seg fara at stroyma alt frá HM 2017, íroknað innleiðandi riðlar, við møguleika fyri at hyggja at tí eisini aftaná at tað er stroymað.
Til ber at royna fyrstu tríggjar dagarnar fyri einki, og er tað serliga viðkomandi nú HM 2017 verður sett í morgin, fríggjadagin hin 14. juli, við stórslignari framførslu á Donau-ánni nær kendu ketubrúnni í Budapest.
Nú nærkast HeimsMeistarastevnan 2017, sum verður í Budapest í Ungarn við stórslignari setan fríggjadagin hin 14. juli, og síðani við kappingum frá tá av og til sunnudagin hin 31. juli 2017. Sí kalendaran her.
Danska Meistarastevnan á langgeil var sum kunnugt nú í vikuskiftinum, har eisini føroyskir svimjarar og svimjarar av føroyskum uppruna luttóku. Og tað gekk bara heilt ókey hjá teimum, at vinna heiðursmerki.
Delta i kampen på http://www.colting.se/gotland där du kan lämna din digitala underskrift för fler simhallar i Sverige.
Många svenska simhallar och badhus är fallfärdiga och behöver antingen renoveras eller rivas inom en snar framtid. 40 svenska kommuner saknar helt en offentlig simhall! Hur lär sig barn att simma där? I Stockholm, Göteborg och Malmö är möjligheterna till sim- och vattenmotion kraftigt underdimensionerade och står inte på något sätt i paritet till folkmängd och behov.
Lyfta upp behovet av förbättrad folkhälsa till en central politisk fråga.
* Lyfta motion som en väg till integration
* Uppmärksamma vikten av simkunnighet och det skriande behovet av fler simhallar i Sverige
* Lyfta allemansrätten som ett av de starkaste verktygen för mer motion och förbättrad folkhälsa
* Sverige behöver 100 nya simhallar under de kommande tio åren!
Her eru úrslit og hagtøl frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 2017, nú í vikuskiftinum, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri saman við góðum kreftum úr Suðuroyar Svimjifelag, Vági, Suðuroynni og Føroyum og føroysk svimjingini sum heild.
Teir báðir Frans Johannessen og Óli Mortensen vunnu ávikavíst gull og bronsu, tá ið finalan í 400 metra frísvimjing varð avgreitt í kvøld á Donsku Meistarastevnuni á langgeil 2017. Frans svam 3:59.48 og Óli 4:01.63, og í millum teir var so Joan Casanovas á 3:59.75. Sí úrslitalistan her. Continue reading Frans og Óli gull og bronsu í 400 frí á DM 2017
Hetta vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Føroyum, nú Svimjisamband Føroya fyri fyrstu ferð nakrantíð kann skipa fyri Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, á langgeil í Páls Høll í Vági. Tilsamans eru tey 98 svimjarar úr 6 londum, sum fara í luttaka í 32 kappingum.
Teir báðir Óli Mortensen og Magnus Jákupsson megnaðu at vinna hvørt sítt gullheiðursmerki, nú fyrstu finalur vórðu avgreidddar á Donsku Meistarastevnuni á langgeil 2017.