Frans og Óli gull og bronsu í 400 frí á DM 2017

Teir báðir Frans Johannessen og Óli Mortensen vunnu ávikavíst gull og bronsu, tá ið finalan í 400 metra frísvimjing varð avgreitt í kvøld á Donsku Meistarastevnuni á langgeil 2017. Frans svam 3:59.48 og Óli 4:01.63, og í millum teir var so Joan Casanovas á 3:59.75. Sí úrslitalistan her. Continue reading Frans og Óli gull og bronsu í 400 frí á DM 2017

Óli, Alvi og Magnus í finalur á DM 2017

Danska Meistarastevnan á langgeil byrjaði við innleiðandi riðlum í morgun, har eisini føroyskir svimjarar og svimjarar av føroyskum uppruna gjørdu vart við seg. Alvi Hjelm svam seg í A-finalu við fjórbestu tíð í 400 blandað, meðan Magnus Jákupsson svam seg í A-finalu við bestu tíð í 50 rygg.  Hartil er Óli Mortensen í finaluni í 1500 frí, við bestu tilmeldingartíð av øllum.

Óli og Magnus millum favorittarnar á DM 2017

Danska svimjisambandið skipar fyrst í juli fyri DM á langgeil, har eisini føroyskir svimjarar fara at royna seg. Serliga Óli Mortensen liggur til at vinna heiðursmerkir, við bestu tilmeldingartíð í 800 og 1500 frí, umframt at Magnus Jákupsson hevur bestu tilmeldingartíð í 50 rygg.

Continue reading Óli og Magnus millum favorittarnar á DM 2017