Her er nakað sum er farið framvið, uttan at vit góvu okkum far um tað. Evropeiska olympiska nevndin EOC avgjørdi í oktober 2016 at lata Minsk í Hvítarusslandi vertskapin fyri Evropeisku Leikirnar 2019, og kunngjørdi so í mai 2017 at millum annað svimjing ikki fór at vera á skránni tá.
Hetta er alt eitt sindur hálvt, har Hvítarussland fekk leikirnar aftaná at Niðurlond bakkaði beint sum leikirnir í Baku í 2015 vórðu settir, og Russland síðani bakkaði út vegna dopinggøluna runt OL í 2016.
Leikirnir í Baku vóru sera kostnaðarmiklir, og málsetningurin nú at fáa kostnaðarstøðið niður, við ikki at byggja so nógv nýtt til at kunna hava leikirnar.
Danmark og Noregi mótmæltu avgerðina hjá EOC tá í oktober 2016, og EOC fekk stutt aftaná áheitan frá mannarættindafelagsskapum, at trýsta Hvítarussland til at virða mannarættindini.
Men EOC arbeiðir tó víðari við sínari ætlan, har tiltikni Sergei Bubka millum annað er settur til samskipara nú, og tey hava gjørt eitt búmerki til leikirnar.
Men altso, eingin svimjing har: Okkara leikir eru Glasgow 2018