Innbjóðing til SuSvim-stevnu 13. og 14. januar 2018
Her er innbjóðing til SuSvim Open 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági hin 13. og 14. januar 2018. Tilmeldingarfílan kemur seinni.
Gleðilig Jól
Friður eina løtu, og eitt spennandi ár fyri framman ! 🙂
Úrslit og myndir frá SMS Xmas Jólasprint 2017
Her eru úrslitini frá SMS Xmas Jólasprint 2017, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú hósdagin hin 21. desember 2017. Hartil nakrar útvaldar myndir, og video frá ‘dunnustafettini’.
- Úrslit í HTML-sniði:hs-stevna-des-2017-urslit.html
- Úrslit í txt-sniði: hs-stevna-des-2017-urslit.txt
- Úrslit í lef-sniði: Results_Torshavn_2017-12-21.lef
Myndir
Video frá Dunnustafettini
Kappingin
Dunnuhandan
17-ára-gamli Kolesnikov 48.90 og nýtt heimsmet í 100 rygg
Lesið t.d. her á SwimmingWorld
https://www.swimmingworldmagazine.com/news/kliment-kolesnikov-takes-down-world-record-in-100-back-scm/
Kliment Kolesmikov! World Record! #Fast #BestTeam @energy_standard pic.twitter.com/TKiNIJA8ng
— Tom Rushton (@coach_rushton) December 22, 2017
Image courtesy of Deepbluemedia / Giorgio Scala
HM 2017 í Budapest
FINA lítir afturá HeimsMeistarastevnuna 2017, sum var í Budapest í summar.
So er tað SMS Xmas Jólasprint 2017
Havnar Svimjifelag skipar nú hósdagin hin 21. desember 2017 fyri sokallaðu “SMS Xmas Jólasprint kappingini”, sum er árlig svimjistevna beint upp undir jól, við ‘dunnustafett’ sum eina av høvuðsattraktiónunum.
Tað er har 6 svimjarar úr hvørjum felag luttaka, við 2 mannligum og 2 kvinnuligum svimjarum, umframt 1 venjara og 1 leiðara.
Sí innbjóðingina: sms-xmas-jolasprint-2017-innbjoding.pdf
Og so siga tey at svimjing er (bara) einstaklingaítróttur
Tann sum heldur tað, veit lítið um svimjing 😉
LEN stroymar frá EM á stuttgeil 2017
Evropeiska svimjisambandið LEN kunngjørdi nú á innleiðandi tíðindafundi áðrenn EM á stuttgeil 2017, at har verður stroyming frá stevnuni. Eg spurdi eitt sindur nærri, og skilji at tað er á hesari rásini á Dailymotion, sum eisini er at finna umvegis heimasíðuna hjá LEN, www.len.eu
Beinleiðis úrslit frá EM á stuttgeil 2017
Her er leinki til ‘live timing‘ og úrslit frá EM á stuttgeil 2017, sum verður í Royal Arena í Keypmannahavn nú mikudag 13. til og við sunnudag 17. desember.