Hetta er yvirskriftin í stórum átaki hjá Havnar Svimjifelag, at fáa til vega venjarar til nýggja og spennandi svimjiskúlan, sum tey eru í ferð við at byggja upp. Tey adoptera ta skipan við skeiðum og svimjiskúla sum Svimjisamband Føroya og Landsmiðstøðin við Svimjiskúla Føroya hava sett í verk, og víðka so við at bjóða sínum nýggju venjarum ein pakka her og nú, har tey fáa útbúgving og royndir og lønt arbeiði, alt í einum. Continue reading “Vilt tú vera við til at finna tann næsta Pál Joensen?”
Category: venjing
ÍSF skipar fyri venjaraskeiði tann 19. og 20. september 2008
ÍSF skipar fyri skeiði fyri venjarum hjá børnum og ungum, í ÍSF húsinum fríggjakvøldið 19/9 frá kl. 18.00 til 21.00 og í ÍSF húsinum og partvíst í Badmintonhøllini leygardagin 20/9 frá kl. 9.00 til 17.00. Evnini verða ítróttarpædagogikkur, ítróttarumhvørvi, menning hjá børnum, venjing, trygd og ábyrgd, etikkur og moralur. Palli biður heilsa, at SSF hevur fingið tilskilað eina kvotu uppá 8 fólk, og at vit innan svimjing tískil skulu melda til gjøgnum Svimjisambandið. Sí annars viðfestu innbjóðing. Continue reading ÍSF skipar fyri venjaraskeiði tann 19. og 20. september 2008
Aqua Clinic 2008
Freistin var úti í gjár, at melda til árligu venjara- og leiðararáðstevnuna hjá danska svimjisambandinum, og eg síggi at eingin føroyingur hevur meldað seg til. Er hetta tí at eingin áhugi er fyri tiltakinum, ella er her bara talan um prioritering?
Continue reading Aqua Clinic 2008
Hvat etur Michael Phelps?
BBC skrivar, hvussu nógv Michael Phelps etur, tá hann venur.
Morgunmatur: tríggjar tvíflísar við egg, ost, tomat, salat, stoktan leyk og majones. Haraftrat tríggjar pannukøkur við sjokoláta, eina eggjakøku við 5 eggum, trý toastbreyð við sukri, eina skál við mais greyt og tveir koppar av kaffi.
Døgurði: hálvt kilo av pasta, tvær stórar ost og skinku tvíflísar við majones og orkudrykkir afturvið.
Nátturði: hálvt kilo av pasta við carbonara sós, eina stóra pitsa og orkudrykkir afturvið.
Tað gevur umleið 10.000 kaloriur ella tað sama sum 5 manns hava tørv fyri. Men tá venur Phelps eisini 5 tímar og brennur umleið 1.000 kaloriur hvønn tíma undir venjing. Phelps brennur fleiri kaloriur bara við at sita, enn tá vanlig fólk ganga. Í fylgi MESS etur Pál 12.000 kaloriur.
Lær bringusvimjing av Alexander Dale Oen
OL silvur vinnarin í 100 bringu, norski Alexander Dale Oen, vísir teknikk í nøkur video brot í Dagbladet. M.a. hvussu hann vendir, nakað hann hevur vant nógv í ár.
Jóannes Jacobsen: Fótbóltspælarir burdu lært av svimjarum
Útvarpið sendi í gjár frá ÍF-HB dystinum. Í pausuni tosaðu teir um komandi landsdystin millum Portugal og Føroyar. Jóannes Jacobsen segði, at aðrastaðnis er tað ein sjálvfylgja at venja og eta rætt, og at proffarnir hava tvey treningspass um dagin og nógva hvílu ímillum. Jóannes helt ikki, at man kundi krevja hetta av timburmonnum (les. landsliðsspælarar). Men hann segði eisini, at føroyskir fótbóltspælarir kundu lært nógv av svimjingini og aðrar einstaklingagreinir, har fólk – uttan samsýning – venja 30 tímar um vikuna, meðan dýrt betaltir fótbóltspælarir bara venja 5-6 tímar um vikuna “…og føra seg fram sum stjørnir”.
Pál til Danmarkar at búgva í 3000 metra hædd
Ja tað ljóðar sum lygn, ha? Lesið her á susvim.com
Bretar ætla av heilsuávum at lata alla almenna svimjing vera ókeypis
Olympiski ráðharrin Tessa Jowell hevur boðað frá at bretska stjórnin ætlar at lata alla almenna svimjing vera ókeypis frá ár 2012 at rokna, og longu frá komandi ári fyri fólk yvir 60 ár. Orsøkin er at tey vilja spara pengar í heilsurøktini, við at fáa fleiri at svimja. Í Wales er svimjing longu ókeypis fyri ung og eldri yvir 60 ár. Lesið her á Telegraph.co.uk Continue reading Bretar ætla av heilsuávum at lata alla almenna svimjing vera ókeypis
Mangla tit hugskot til landvenjing?
Norska ‘Olympiatoppen’ hevur eina rúgvu av videoum á heimasíðuni www.basistrening.no, eisini beinleiðis ætlað svimjarum. Tey krevja lítið meira enn eina bleyta máttu, nakrar stroppar úr loftinum og ein balansubólt, so tað er bara at koma í gongd 🙂
10 milliónir fyri ein danskan venjara
Nei talan er tíverri ikki um ein svimjivenjara, men um Kent Nielsen høvuðsvenjara hjá fótbóltsfelagnum AC Horsens. Tað kostar 10 milliónir krónur at keypa hendan venjaran leysan frá Horsens, um tað skal henda áðrenn sáttmálin gongur út um tvey ár. Tí sum tey siga: “Hvis man som Kent har så godt fat i sin spillertrup, er træneren vigtigere end den enkelte spiller”. Kelda: eb.dk Continue reading 10 milliónir fyri ein danskan venjara