Stór svimjistevna var í Havn síðsta leygardag, har 95 gentur og 67 dreingir úr trimum teimum yngstu deildunum kappaðust um tilsamans 58 gullheiðursmerki. Hetta eru svimjarar føddir frá 1994 til 2000, og lat tað verða sagt, at sterkastu árgangssvimjarar finnast har norðuri runt Klaksvíkina.
Continue reading Ægir vann HS-stevnuna
Category: Kapping
Møguliga seinastu Oyggjaleikir hjá SSF
Í samrøðu í Útvarpi Føroya í gjár, nevndi formennirnir hjá Flogbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya møguleikan fyri at gevast við luttøku á Oyggjaleikum, hóast góð úrslit. Hetta serliga tí at luttøkukostnaðurin bara veksur, so at Flogbóltssambandið til dømis mátti gjalda 400.000 krónur fyri luttøku á Oyggjaleikunum í Hetlandi; hóast teir leikirnir kanska áttu at verið teir bíligastu, tá ið man hugsar um frástøðuna úr Føroyum.