Stór svimjistevna var í Havn síðsta leygardag, har 95 gentur og 67 dreingir úr trimum teimum yngstu deildunum kappaðust um tilsamans 58 gullheiðursmerki. Hetta eru svimjarar føddir frá 1994 til 2000, og lat tað verða sagt, at sterkastu árgangssvimjarar finnast har norðuri runt Klaksvíkina.
Um vit leggja øll heiðursmerki saman fyri hvørt felag sær, so varð úrslitið hetta:
Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
Ægir | 21 | 13 | 15 |
Reki | 17 | 17 | 11 |
HS | 5 | 7 | 9 |
FLOT | 5 | 7 | 4 |
FS | 5 | 4 | 7 |
VS | 5 | 3 | 5 |
TS | 3 | 1 | |
Skeggjar | 1 |
TS og VS vóru umskyld við at tey høvdu rættiliga fáar luttakarar á stevnuni, vegna sjúku ella okkurt tílíkt. Men tó so er støðan rættiliga klár, at nógv teir sterkastu svimjararnir í yngstu deildunum koma úr Klaksvík og Leirvík.
Hyggja vit at hvørji sum vunnu heiðursmerkini, so er týðiligt at tað vóru hjá Ægir vóru serliga nakrir fáir svimjarar sum vunnu gullheiðursmerkini, meðan Reki hevur eina størri breidd:
Navn | Felag | Gull | Silvur | Bronsa |
Victoria Eysturdal | Ægir | 8 | ||
Alvi Hjelm | Ægir | 7 | 1 | |
Turið S. Christiansen | Reki | 4 | 3 | |
Rólant Toftum | VS | 4 | ||
Jákup Andreasen | Ægir | 3 | 3 | 2 |
Astrid Foldarskarð | FLOT | 3 | 1 | |
Heðin L. Olsen | Reki | 3 | 1 | |
Óluva Jacobsen | Reki | 2 | 2 | 2 |
Reki Supergirls | Reki | 2 | 2 | |
Jákup Klein Hansen | HS | 2 | 1 | |
Reki Superboys | Reki | 2 | 2 | |
Jonna Bjartalíð Thomsen | Reki | 1 | 3 | 2 |
Poula Mohr | FS | 1 | 3 | 1 |
Fríði Bjarkhamar | Reki | 1 | 2 | 1 |
FLOT 2 | FLOT | 1 | 2 | |
Hans Jákup Fuglø | Reki | 1 | 2 | |
HS 1 | HS | 1 | 1 | 3 |
Birita Debes | FLOT | 1 | 1 | 1 |
Hjarnar Tórðarson | HS | 1 | 1 | 1 |
Hjørtur á Fløtti | FS | 1 | 1 | |
Magnus Jákupsson | HS | 1 | 1 | |
Monika Biskupstøð | Ægir | 1 | 1 | |
Jónfríð Hansen | FS | 1 | 2 | |
Ægir Dreingir | Ægir | 1 | 1 | |
Ingun Olsen | Reki | 1 | 1 | |
Jóhanna Egholm | FS | 1 | 1 | |
Superboys VS | VS | 1 | 1 | |
Ægir Bamsur | Ægir | 1 | ||
Flatturnar hjá FS | FS | 1 | ||
Ronja Eysturdal | Ægir | 3 | 4 | |
Kristina Elin Thomsen | TS | 3 | 1 | |
Eyðbjørn Joensen | VS | 2 | 3 | |
Ægir Gentur | Ægir | 2 | ||
FLOT 1 | FLOT | 2 | ||
Markus Joensen | HS | 2 | ||
Hákun Edmundsson | FLOT | 1 | 2 | |
Jóhannes Agnarsson | HS | 1 | 2 | |
Krista Mørkøre | Ægir | 1 | 2 | |
Ásbjørg Hjelm | Ægir | 1 | 1 | |
Bergtór T. Thomsen | Reki | 1 | 1 | |
Gunnar Vatnhamar | Reki | 1 | 1 | |
Gunnrið Dam | Ægir | 1 | 1 | |
Marni Leo | VS | 1 | 1 | |
Rúni Seloy | HS | 1 | ||
Tróndur J. á Høvdanum | Skeggjar | 1 | ||
FS Gentur 1 | FS | 2 | ||
Kristjan Berg | Reki | 2 | ||
Óli Mortensen | HS | 2 | ||
Cecilia Eysturdal | Ægir | 1 | ||
Fríðgerð Thomsen | FS | 1 | ||
Gunn Joensen | Ægir | 1 | ||
Jákup Eysturdal | Ægir | 1 | ||
Katrina Akursmørk | Ægir | 1 | ||
Kjartan Petersen | FLOT | 1 | ||
Óli Poulsen | Reki | 1 |
Sum heild gekk stevnan rættiliga væl, hóast teir 734 startirnir gjørdu at kappingin varð rættiliga nógv drúgvari enn ætlað.
Myndina hevur Sigtór Foldarskarð tikið, av teimum trimum sum vunnu heiðursmerki á 50 frí í bólki 3. Frá vinstru síðu av: Poula Mohr úr FS (silvur), Astrid Foldarskarð úr FLOT (gull) og Jónfrið Hansen úr FS (bronsa).
Úrslitalisti og WinGrodan stat-fíla eru viðfest niðanfyri.
Um onkur hevur eina pena mynd frá stevnuni, og ikki hevur nakað ímóti at eg leggi hana her á heimasíðuna, so send hana vinarliga til rokur [kurla] flot.info. Forsømdi at taka tól við sjálvur.