Tey koyra á har vesturi. Malan Vitalis Bærendsen betraði um sítt met í 200 bringu, sum hon annars setti í morgun, og setti samstundis met í 100 bringu á veg til teir 200. Og Pál betraði um sítt met í 200 firvald, eisini frá í morgun. Lesið og síggið myndir á susvim.com.
Category: Kapping
9 føroysk met sett í Reykjavík til nú
Dánjal Martin, Malan, Pál og Shaila hava sett hvør sítt føroyska met í morgun, í ávíkavist 100 bringu (1.10.94), 200 bringu (2.51.39), 200 firvald (2.18.05) og 100 firvald (1.09.87). Hartil svam Malan eina tíð í innleiðandi 50 bringu í gjár, sum átti at hava verið føroyskt met við tíðini 36.60, men sum vegna tekniskar trupulleikar hjá fyriskiparunum gjørdist bara 38.67. Lesið m.a. frásøgn hjá Susvim-venjaranum á susvim.com. Continue reading 9 føroysk met sett í Reykjavík til nú
HS best á FLOT stevnuni 2008
So er FLOT stevnan 2008 endaliga avgreidd, og úrslitið varð at Havnar Svimjifelag vann flest gullheiðursmerki, Ægir næstflest og Susvim triðflest. Besti svimjari á stevnuni var Jóhannes Agnarsson úr Havnar Svimjifelag, sum vann 5 av teimum 7 gullheiðursmerkini sum felagið fekk tilsamans.
Her eru tað tó nakrir glaðir dreingir úr Klaksvík sum eru ovast …
FLOT stevnan væl á veg
Svimjararnir í bólki 1 hava svomið í kvøld, og í morgin árini verður tað so bólkur 2. Stevnan hevur fyri so vítt gingið upp á stás, men vit fingu tó onkrar undarligar trupulleikar við stevnuforritinum WinGrodan her móti endanum, sum viðførdi at viðfestu úrslitalistar ikki umfata ta allarsíðstu kappingina (kapping 12, 4×33 frí hjá gentum).
Úrslitið var har annars at Ægir genturnar vunnu klárt í tíðini 1.57.00, meðan Reki gjørdist nummar 2. Eg havi ikki tíðina hjá Reka her, men hon var so vítt eg minnist 2.46 okkurt. FS hevði eisini eina stafett, sum tó tíverri varð kolldømd tí at ein genta gavst.
Eitt føroysk met afturat í Íslandi
Pál Joensen betraði um sítt met í 1500 frí á langbana, við at svimja teinin í tíðini 16.05.02, har gamla metið hjá honum var 16.11.91. Vit frætta sum slatur at teir vóru ikki heilt nøgdir við tíðina har yviri í Íslandi, men tað var so met, umframt at hann vann so syngjandi á hinum luttakarunum. Nummar tvey var nevniliga 1 minutt og 10 sekund aftanfyri, við tíðini 17.15.39.
2 føroysk met sett í Íslandi í dag
Eftir øllum at døma eru tvey føroysk met longu sett á Reykjavíkar International í dag. Eg hoyrdi ikki sjálvur Útvarpið, og síggi enn einki á vanligu ítróttarsíðunum; men um vit samanbera langteina metlistan hjá SSF við úrslitini úr Reykjavík, so má talan vera um úrslitið hjá Dánjal Martini Hofgaard í 50 metra bringu, og um 50 firvald hjá Shailu millum Garðarnar.
Dánjal Martin Hofgaard svam teir 50 bringu í tíðini 32.36, har føroyska metið sambært metlistanum hjá SSF er 33.28 hjá Jákupi Øssursson. Og Shaila millum Garðarnar svam 50 firvald í tíðini 30.65, har metið hjá henni var 31.47.
í 50 bringu svumu tær báðar Malan V. Bærendsen og Katharina Lamhauge ávíkavist 38.67 og 38.69, har metið hjá Katharinu er 37.65. Pál Joensen svam 50 firvald á 27.53, har metið hjá Petur McIntosh er 27.30. Dánjal Martin Hofgaard svam 50 frí á 25.14, har metið Kristiani Olsen er 24.56.
Men sigast skal at dagurin er verri enn so liðugur enn, og at talan yvirhøvur hevur verið um innleiðandi svimjing. Nú veit eg ikki hvussu nógvar geilir ið eru í hasum hylinum, men um hann er 25 metrar breiður so burdi har verið einar 8-10, og so hava øll hesi nevndu ein eyka møguleika at betra seg í finalunum, við tað at tey eru millum tey bestu 8 í sínum aldursbólki. Altso um ikki tey smekka bólkarnar saman í éina finalu (orsaka meg… sum tit síggja so er hetta skrivað uttan at eg havi tikið mær stundis til at kanna umstøðurnar ordiliga 🙂
Eftir er at svimja innleiðandi 50 frí hjá kvinnum í dag, umframt beinleiðis finalur í 1500 frí hjá monnum og 800 frí hjá kvinnum. Og her kann væl alt henda aftur, við tað at Shaila er seedað sum nr 2 í 50 frí, Pál sum nr 1 í 1500 frí, og Mona sum nr 2 í 800 frí.
Startlistin til FLOT stevnu klárur
Hey øll somul
Her er startlistin til FLOT-stevnuna.
Vinarliga kanna um alt er sum tað skal vera.
Eru rættingar kunnu hesar mailast til harugaar [kurla] post.olivant.fo ella á SMS: tlf: 217106
Við svimjikvøðu
Rúni
FLOT
Susvim til Íslands í vikuskiftinum
Sum tit kunnu lesa her á susvim.com og á Portalinum, so fer Suðuroyar Svimjifelag í vikuskiftinum at luttaka á svimjistevnuni Reykjavik International, har tilsamans 260 svimjarar úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Niðurlondum og Føroyum taka lut. Til ber at lesa (á enskum) um stevnuna her á heimasíðuni hjá íslendsku Ægir, taka niður startlistan her, og fylgja við ‘live’ úrslitum frá stevnuni her.
Talan er um kapping i 50 metra hyli, um ikki tey velja at svimja breiddir. Tí hylurin er faktiskt heilir 25 metrar upp á tvørs, og tað hevði tí í prinsippinum borið til at havt einar 20-25 geilar á 25 metrum, um tey svomið breiddir heldur enn longdir :-).
Um vit skimma skjótt gjøgnum startlistan, so síggja vit at suðuroyingarnir (sum væntað) liggja rættiliga væl fyri serliga í longri frí greinunum:
- Shaila millum Garðarnar nr 2 í 50 frí (27.94)
- Pál Joensen nr 1 í 1500 frí (16.11.91)
- Mona Simonsen nr 2 í 800 frí (9.18.65)
- Pál Joensen nr 1 í 400 frí (4.06.37)
- Pál Joensen nr 3 í 200 firvald (2.16.10)
- Mona Simonsen nr 4 í 200 frí (2.12.45)
- Mona Simonsen nr 2 í 400 frí (4.34.47)
- Pál Joensen nr 4 í 200 frí (1.56.88)
FLOT stevnan flutt eitt vet
Hey Øll somul
Gevið gætur!!!
Av tí at valdagur er leygardagin, hevur FLOT saman við svimjinevnduni, framt eina broyting í FLOT-stevnuni 2008. Hetta so at øll kunnu sleppa á val.
Bólkur 1 svimur í staðin fríggjakvøldið 18. Jan.: upphiting kl. 18.00 og kapping uml. 19.15
Bólkur 2 svimur í staðin leygarmorgun 19. Jan.: upphiting kl. 8.00 og kapping kl. 9.15
Kappingarskráin er tann sama sum áður.
Við svimjikvøðu
Rúni
FLOT
Eigur FLOT stevnan at flytast vegna val?
Sum kunnugt verður FLOT stevnan 2008 nú leygardagin, sum er sami dagur sum løgtingsvalið. Suðuroyingar hava longu gjørt vart við seg á susvim.com, og nú er eisini ein viðmerking á flot.info, um tað óheldiga at vaksnir suðuroyingar harvið ikki fáa møtt.
Hvat halda tit? Er tað rætt at hava stevnuna leygardagin, og harvið útiloka teir suðuroyingar sum eisini ætla sær at atkvøða á valstaðnum leygardag?
Continue reading Eigur FLOT stevnan at flytast vegna val?


