Føroyskir svimjarar góð úrslit á fyrsta degi av Danish Open 2009

Tíðindaskriv frá SSF

Danska meistarastevnan í langhyli er í hesum døgum í Esbjerg, har 10 svimjarar úr Suðuroyar Svimjifelag, Fuglafjarðar Svimjifelag og Svimjifelagnum FLOT luttaka, umframt Elspa Mørkøre fyri danska svimjifelagið WestSwim og Pál Joensen fyri Aalborg Svømmeklub. Í dag var bara fyrsti dagur av sjey, men tó so hava okkara svimjarar longu vunnið eina silvur og eina bronsu, umframt at ein svimjari afturat hevur klárað kravtíð til Oyggjaleikir á Álandi í summar.

(video strikað) Continue reading Føroyskir svimjarar góð úrslit á fyrsta degi av Danish Open 2009

Astrið klárað Oyggjaleikakravtíð í 50 firvald

So er fyrsti partur av Danish Open avgreiddur, og tað gekk bara heilt hampuligt hjá okkara svimjarum. Elspa Mørkøre og Pál Joensen eru sum væntað komin víðari til finalurnar í ávíkavist 200 og 400 frí, seinnapartin, og unga Astrið Foldarskarð úr Svimjifelagnum FLOT kláraði at svimja 30.92 í 50 firvald, har kravtíðin til Oyggjaleikir á Álandi var… 30.92.

DSC_0250

(Astrið Foldarskarð, savnsmynd frá Klaksvík National í mars 2008)
Continue reading Astrið klárað Oyggjaleikakravtíð í 50 firvald

‘Live’ frá DM 2009: Fyrsti dagur

Nú kl 08:30 føroyska tíð byrjaði fyrsti partur av Danish Open 2009, har føroyskir svimjarar royna at kvalifisera seg til eftirfylgjandi finalur og hálvfinalur. Fyrstu føroyingar eru Elspa Mørkøre og Mona Simonsen í 200 frí, Pál Joensen í 400 frí kl, Astrið Foldarskarð, Hildur á Fløtti og Shaila millum Garðarnar í 50 firvald, og Katarina Lamhauge og Malan V. Bærendsen í 50 bringu. Fylgið við á www.svimjing.com/live

Føroyingarnir trygdarlendu í Føroyum

Tiltikna ferðahepnið hjá Jón Bjarnasyni má hava verið uppá spæl aftur í morgun, tá ið SuSvim svimjararnir og Astrið úr FLOT fóru úr Vágum í øllum góðum, fyri síðani at skula lenda aftur í Vágum, tí at eitt hjól ikki vildi fara upp á pláss. Nú eru tey tí enn í Vágum, til einaferð kl 16 seinnapartin, og mugu so eftir øllum at døma taka taxa úr Keypmannahavn til Esbjerg í kvøld.

Heimsmet til Muñoz Perez

Apropos apropos, so sorlaði spanski Rafael Muñoz Perez í dag heimsmetið hjá Roland Schoeman í 50 firvald, tá ið hann við tíðini 22.43 svam meira enn eitt ½ sekund undir gamla heimsmetið á 22.99, á sponsku meistarastevnuni í langhyli. Aschwin Wildeboer, sonur danska landsliðsvenjaran, sum venur í Danmark, setti eisini evropamet í 100 rygg, við at svimja 52.93 har evropeiska metið hjá russiska Arkady Vyatchanin var 53.06. Les SwimNews.dk her og her.


Continue reading Heimsmet til Muñoz Perez

Upptakt til Danish Open 2009

Týsmorgunin byrjar danska meistarastevnan í langhyli, har m.a. 12 føroyskir svimjarar skulu luttaka fyri svimjifeløgini SuSvim, FS, FLOT, Aalborg og WestSwim. Útlitini til heiðursmerki eru sum kunnugt rættiliga góð, serliga hjá Elspu Mørkøre og Pál Joensen, og hartil er stevnan sum heild ógvuliga týðandi hjá øllum okkara luttakandi føroyingum, við tað at hon er ein av síðstu kjansum at klára kravtíðir til Oyggjaleikir og HM í summar.
Continue reading Upptakt til Danish Open 2009

Nýtt evropamet í 100 firvald hjá monnum

Apropos søguna um Jaked draktirnar fríggjadagin, so setti spanski Rafael Muñoz Perez í gjár nýtt evropeiskt met í 100 firvald, við tíðini 50.54 á sponsku meistarastevnuni í langhyli. Serbiski Milorad Čavić átti gamla evropametið, frá tá ið hann á OL í Beijing tapti við éinum hundraðparti á Michael Phelps, vegna eitt vánaligt innslag. Les swimnews.dk

Jaked stóri sigursharrin á sveisisku meistarastevnuni

DSC_0133Jaked draktirnar vóru kanska ikki akkurát tær vakrastu á EM í Kroatia, men rigga tó væl allíkavæl. Í øllum førum hevur onkur venjari forklagað seg yvirfyri Craig Lord her á SwimNews, at hetta merkið varð nýtt til at seta 22 av 23 metum á sveisisku meistarastevnuni herfyri, har til dømis allir finalistar í 100 og 200 bringu brúktu Jaked, við eini meðal betring á 4 sekund í part. Draktin er vátdrakts-líknandi sum BlueSeventy, og nú hótta tey við at tær eisini verða at síggja á donsku meistarastevnuni í næstu viku, har nógvir føroyingar sum kunnugt fara at luttaka.
Continue reading Jaked stóri sigursharrin á sveisisku meistarastevnuni

Innbjóðing til Oyggjaleikaúttøkustevnuna 2009

Sum tit kunnu lesa í viðfestu innbjóðing, so bjóða Havnar Svimjifelag og SMS til svimjistevnu í Gundadali tann 17. – 19. apríl 2009, ið samstundis er síðsta freist at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Álandi í summar. Kappast verður fríggjakvøld frá kl 19:40, leygarmorgun frá kl 9:00, leygardagin frá kl 16:30 og sunnudagin frá kl 14:00, í øllum viðkomandi greinum umframt nøkrum liðkappingum. Tilmeldingarnar skulu vera HS í hendi í seinasta lagi mikukvøldið 15. apríl kl 20:00.