Nú kl 08:30 føroyska tíð byrjaði fyrsti partur av Danish Open 2009, har føroyskir svimjarar royna at kvalifisera seg til eftirfylgjandi finalur og hálvfinalur. Fyrstu føroyingar eru Elspa Mørkøre og Mona Simonsen í 200 frí, Pál Joensen í 400 frí kl, Astrið Foldarskarð, Hildur á Fløtti og Shaila millum Garðarnar í 50 firvald, og Katarina Lamhauge og Malan V. Bærendsen í 50 bringu. Fylgið við á www.svimjing.com/live
Tíðirnar vóru ikki heilt so góðar sum tilmeldingartíðirnar, men Elspa man í øllum førum hava kvalifiserað seg til finaluna, seinnapartin:
200 frí
Elspa 28.72 – 1:00.32 – 1:32.65 – 2:04.66 (tilm.tíð 2:02.42)
Mona 31.97 – 1:06.69 – 1:41.94 – 2:16.55 (tilm.tíð 2:13.98)
Lotte Friis svam 2:02.87, Louise Jansen 2:03.42, og síðani Elspa Mørkøre 2:04.66. Mona gjørdist nummar 52, sum var væl verri enn upprunaliga styrkimetingin á 44.
http://www.livetiming.se/results.php?cid=271&session=1&round=H&event=2
SMS frá Bjarnasyni: “1500 pace hjá Monu, bara so tykur ikki fara í coma har heima.”
Nú svimja teir 400 frí, har teir báðir kamphanarnir eru í riðli 5
http://www.livetiming.se/program.php?cid=271&session=1&type=HL&event=3&round=H
Pál svam ímóti Glæsner, í 5. riðli av 400 frí, har Glæsner blásti avstað í fyrstani, fyri síðani at slækka eitt sindur av
Ungi Frederik Siem Pedersen sníkti seg inn í millum við 3:58.10, og til finaluna er styrkismetingin tí: Mads Glæsner 3:56.74, Frederik Siem Pedersen 3:58.10, Pál Joensen 3:58.88, Jon Rud 3:59.27
http://www.livetiming.se/results.php?cid=271&session=1&round=H&event=3
Ná, eg má fara í hylin at venja FLOT svimjarar. Hoyrast aftur kl 12