Myndir frá EJM

Niðanfyri her sæst ‘slideshow’ av tí myndasavni á Flickr, sum eg ætli at brúka til myndir frá EJM. Har er sjálvsagt ikki nógv at síggja enn, men tær leggjast so afturat, so hvørt sum eg taki myndir og fái lagt upp á internetið. Gev gætur at loyvi má fáast frá mær (og møguliga øðrum við), áðrenn myndirnar kunnu brúkast aðra staðni.

Continue reading Myndir frá EJM

Nólsoyarsvimjingin 2008

Motiónistar, kappsvimjarar og svimjiáhugaði annars.

11 árið á rað verður skipað fyri stuðulssvimjing til Nólsoyar, til frama fyri svimjihyl í Nólsoy, leygardagin tann 16. august kl 16:00.

Í ár verða tveir teinar at svimja.

1. Tann vanliga, har vit byrja niðanfyri hjá radioamatørunum. Teinurin er 4000 metrar til Nólsoyarbygd.
2. Hin teinurin er 1000 metrar, har byrjað verður frá báti, ið liggur úti fyri bygdini.

Á báðum teinum er høvuðsvinningurin ein flogferð við Atlantic Airways.
Continue reading Nólsoyarsvimjingin 2008

Nakrar áhugaverdar tíðir ísv EJM

Við tað at enn einki er frætt um ‘live timing’ ella líknandi úr Beograd, so listi eg her upp nakrar áhugaverdar splitt-tíðir, til tykkum at samanbera við, tá ið vit útvarpa úr Beograd. Talan er um føroysku metini, norðurlendsku seniormetini og stevnumetini á EJM, umframt at donsku juniormetini stutt verða nevnd eisini.

Eg vildi gjarna havt norðurlendsku og evropeisku juniormetini við eisini, men veit tilfeldigvís beinleiðis frá aðalskrivaranum hjá norðurlendska svimjisambandinum, at ein sovorðin ikki finst fyri Norðurlond, av tí at londini ikki brúka somu aldursbýtingar til sínar upplistingar (og tað tí er eitt hoyggj at seta saman ein sovorðnan lista). Giti at støðan er tann sama viðvíkjandi Evropa.

50 rygg

Kári J. á Høvdanum
Antwerp ’07
Føroyskt met
Pontus Renholm (SWE)
Austin ’08
Norðurlendskt
Liam Tancock (GBR)
Glasgow ’03
EJM met
50 28.46 25.57 25.60
Kelda swimrankings.net swimrankings.net swimrankings.net

Danska juniormetið hjá Mathias Gydesen er 26.44, frá EJM í Mallorca 2006. Seniormetið hjá honum frá 2007 er 26.09 Continue reading Nakrar áhugaverdar tíðir ísv EJM

Rás2, Sosialurin, Portalurin og svimjing.com til EJM í Beograd

Sum tit kunnu lesa í júst útkomna fríggjadags-Sosialinum, so vera Rás2, Sosialurin og Portalurin til staðar á kantinum í Beograd, nú Kári og Pál fara at kappast fyri Føroyar. Og svimjing.com eisini, við tað at undirritaði sleppur við sum viðmerkjari og tøkningur, sum liður í samstarvi millum Svimjisamband Føroya og Miðlahúsið. Continue reading Rás2, Sosialurin, Portalurin og svimjing.com til EJM í Beograd

Rebeca Gusmao aftur tikin fyri doping

Brasilska Rebeca Gusmao varð fyri nøkrum mánaðum síðani útilokað frá allari svimjing í tvey ár vegna at hava dopað seg við testosteron (mannligt kynshormon) runt Pan American Games í Rio de Janeiro í 2007, og fær nú sambært The Canadian Press enn ein tvey ára dóm vegna doping við sama evni í 2006. Hon er enn í ferð við at kæra fyrsta dómin, men verður nú mest sannlíkt útilokað frá svimjing med alla. Continue reading Rebeca Gusmao aftur tikin fyri doping

Krisa í USA: Jessica Hardy tikin fyri doping

Amerikanarar eru á gosi, nú bæði A og B dopingroyndirnar hjá Jessica Hardy frá U.S. Trials vísa seg at vera positivar. Hon hevur nevniliga kvalifiserað seg til OL í Beijing í 100 bringu og 50 frí, men er nú sambært SwimInfo ikki longur í leguni hjá OL hópinum. Tað er ikki kunngjørt enn akkurát hvat hon hevur hevur dopað seg við, men viðmerkingarnar á SwimInfo nevna Clenbuterol, sum kann nýtast til at fáa steroid-pumpaðar vøddar at virka betri, umframt sambært slatrinum at vera populert slankievni hjá t.d. Britney Spears.

Og føroyingar, gevið gætur at altjóða matvøruvinnan kann finna uppá at brúka Clenbuterol til at pumpa djór upp við, og at hetta evnið fyrr hevur gjørt fólk sjúk sum ótu djórini. Úr viðmerkingunum “In 2006, 330 people fell ill in Shanghai after eating pork tainted with clenbuterol.”. Av hesi orsøk hevur t.d. amerikanska landsliðið sambært The New York Times avgjørt at taka kjøt við sjálvi til Beijing, tí tey eru bangin fyri at amerikanarar annars risikera at testa positiv í doping-royndunum, av tí at tey hava etið kinesiskt kjøt. Continue reading Krisa í USA: Jessica Hardy tikin fyri doping

Fyribils startlisti til EJM 2008

Ein fyribils startlisti er nú at síggja her á swimrankings.net, sum tó ikki er fullfíggjaður enn. Hann umfatar nevniliga bara tey sum hava meldað til við skipanini á swimrankings.net, og tað hava til dømis føroyingarnir ikki gjørt. Tí eru Pál og Kári ikki á listanum, og sikkurt onnur við. Men hann gevur eina hóming av kappingini sum Pál og Kári eru uppi ímóti.

Her eru bestu tilmeldingar í teimum greinum sum Pál og Kári luttaka í. Eg listi líka bestu tíðir upp hjá Pál og Kára, so at vit betur síggja hvussu okkara støði er í mun til teirra; men gevið gætur at tíðirnar hjá Kára eru rættiliga gamlar eftirhondini (frá EJM í Antwerpen, síðsta summar), og at Kári hevur betrað seg nógv á stuttum hyli síðani tá. Allar føroysku tilmeldingartíðirnar eru føroysk met:

50 rygg – Kári J. á Høvdanum (FAR) 28.46

  1. Adam Maczewski (POL) 26.08
  2. Artem Dubovskoy (RUS) 26.17
  3. Stefanu Mauro Pizzamiglio (ITA) 26.33

Continue reading Fyribils startlisti til EJM 2008

Føroyska luttøkan á EJM 2008

Sum kunnugt fara teir báðir Pál Joensen og Kári J. á Høvdanum at luttaka fyri Føroyar á evropeisku juniormeistarastevnuni í Beograd. Kári í ryggsvimjing, og Pál á longru fríteinunum. Offisiella skráin sæst her á www.belgrade2008.org, og tíðarætlanin her, umframt at eg her niðanfyri listi upp tær kappingar sum eru viðkomandi fyri Pál og Kára.

Klokkutíðirnar her eru ‘føroysk tíð’, ið er ein tíma aftanfyri serbisku (tvs. innleiðandi eru kl 9:00-12:00 serbiska tíð, og finalurnar kl 17:30-20:00). “innl.” er stytting av “innleiðandi”, altso kvalifikatiónsriðlarnir til at koma í finalu.

Mikudag 30. juli Hósdag 31. juli Fríggjadag 1. august Leygardag 2. august
Kl 08:00-11:00
400 frí innl.: Pál
100 rygg innl.: Kári
Kl 08:00-11:00
1500 frí veikaru riðlar
.
Kl 08:00-11:00
200 rygg innl.: Kári
.
Kl 08:00-11:00
50 rygg innl.: Kári
800 frí veikaru riðlar
Kl 16:00-18:30
400 frí finala
100 rygg hálvfinala
.
.
Kl 16:00-18:30
100 rygg finala
1500 frí bestu riðlar: Pál
.
.
Kl 16:00-18:30
200 rygg hálvfinala
.
.
.
Kl 16:00-18:30
50 rygg hálvfinala
200 rygg finala
800 frí bestu riðlar: Pál
50 rygg finala

Miðlahúsið sendir fólk til Beograd, so fylgið við á Rás2, Portalinum og í Sosialinum.
Continue reading Føroyska luttøkan á EJM 2008

SwimNews, ARD og onnur avdúka kinesiska doping

Týska sjónvarpsrásin ARD vísti í gjár ein dokumentar um doping í Kina, her beint undan OL í Beijing, har tey avdúkaðu at tað er lætt at sleppa til bæði anabolska og ílegudoping í Kina, at kinesiska svimjilandsliðið brúkar venjarar sum fyrr hava fingið dopingdóm, og at fyrrverandi kinesiskir landsliðssvimjarar vórðu systematiskt dopaðir til OL í 1988 og 1992. Continue reading SwimNews, ARD og onnur avdúka kinesiska doping