Venjarin: Leveaux líður av ‘drakta-psykosu’

“He had lost before he got in the water”, segði venjarin hjá fronsku superstjørnuni Amaury Leveaux við L’Equipe, eftir at hava sæð Leveaux gerast nummar 4 í finaluni í 100 frí. Leveaux eigur sum kunnugt heimsmetið í 100 metrum á stuttgeil, men líður nú sambært venjaranum, Lionel Horter, av “suits psychosis”.

“I was in Rome 1994 among the doped Chinese and I have the same sinking feeling today … in just a few hours everything descended into chaos. A fault line has opened under the feet of swimmers. There are no rules anymore”

Hørð orð frá einum av heimsins fremstu venjarum, sum nú eisini samanber draktirnar við doping, men tó ikki gevur svimjarunum skyldina. “I don’t say that those who are using these suits are cheats, they are victims of FINA’s lack of direction”.

Leveaux hevði sambært greinini í SwimNews møguleika at fara í eina nýggja (og vælsagtans ikki-enn-góðkenda) TYR superdrakt, men valdi at lata verða, til líkasum at steðga á. Hann tapti (tí), og upplivdi Bousquet hølva seg av í eini Jaked, sum er mest kontroversiella draktin í løtuni.

Og Bernard, hann setti í semifinaluni heimsmet í eini ikki-góðkendari drakt, og tapti síðani til Bousquet í vanligari drakt frá 2007-2008 í finaluni, við eini tíð sum var umleið eitt hálvt sekund frá metinum frá semifinaluni… sum Horter tó rósar: “And then racing in a traditional suit (2007-08 model) in the final [47.51] showed true strength”.

At enda brúkar Horter bíbilskar tilvísingar í sínum úttalilsum: “We have opened swimming up to the merchants of the temple. We should be careful to see that the temple doesn’t burn to the ground”

Puha, lesið her á SwimNews.com

One thought on “Venjarin: Leveaux líður av ‘drakta-psykosu’”

  1. Lat meg líka staðfesta aftur, at hóast eg persónliga eri ímóti draktunum, so er tað ikki so at eg bara pilki anti-drakta-søgur burturúr rúgvuni. Eg royndi faktiskt so seint sum í gjár at leita eftir onkrum sum var fyri hesum draktum, men fann einki.

    Datt hinvegin á hesa uppsamling av anti-søgum, á vælrenommeraðu Swimming Science Journal.
    http://coachsci.sdsu.edu/swimming/bodysuit/table.htm

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.