Í kvøld klokkan 18 danska tíð er Bellahøj Svømmestadion karmur um setanina av EJM í kappingarlívbjarging, og kappast tey so har og á Amager Strandpark fram til og við sunnudagin. Danska liðið telur millum annað Daniel Skaaning, ið sum kunnugt klárar seg væl í vanligari svimjing eisini, har hann nú í staðin skal til at renna og bjarga og sleipa ymisk ting. Sum tey siga her á svoem.dk, ein stuttlig og actionfylt ítróttargrein, sum tó byggir á tann álvara, at drukning er triðvanligasta orsøk til at doyggja av vanlukku, í heiminum sum heild. Sí t.d. video her frá TrygFonden.
Category: Kapping
3 danir skulu verja Evropa ímóti USA í desember
Ekstra Bladet veit sambært SwimNews.dk at siga, at tær tríggjar Lotte Friis, Jeanette Ottesen og Rikke Møller Pedersen verða á evropeiska liðnum, tá ið skipað verður fyri “Duel in the Pool” stevnu ímóti USA í Atlanta tann 18. – 19. desember. TV2 kennir til somu søgu, við tilvísing til Lars Sørensen sportchef hjá danska svimjisambandinum, so har man vera nakað um tað.
Eini 4 mia fólk sóu HM í Shanghai
Hyggjaratøl frá HM staðfesta, at svimjing er meira populert nú enn nakrantíð. Tá HM var í Rom í 2009 sóu 3.5 mia sjónvarpshyggjarir kappingarnar. Tað er meira enn annarhvør íbúgvi á Jørðini. Harav sóu 1 mia kinverjar HM. Tí verður mett, at eftirsum HM var í Shanghai í ár, fór hyggjaratalið upp um 4 mia. 1200 fjølmiðlafólk úr øllum heiminum varpaðu frá Shanghai. HM í Shanghai bleiv sjónvarpað í 210 londum.
Tað skal leggjast aftrat, at føroyingar, ella 0.00005 mia fólk, sóu HM í Rom í 2009 men ikki HM í Shanghai 2011.
Ein greining av Sun Yang á YouTube
Niðurlendski triathleturin Frank Huisman hevur fyri viku síðani lagt út hesa greiningarvideo av teimum 1500 hjá Sun Yang á HM í Shanghai, við ymiskum áhugaverdum dáta. Bara synd at hann hevur koyrt eitt ordiligt disko-dasko ljóðspor á videoina, tí eg klári altso ikki at konsentrera meg 🙂
Úrslit frá SuSvim stevnuni í dag
Viðfestur er úrslitalistin frá BankNordik stevnuni hjá Suðuroyar Svimjifelag í Vági í dag. Saman um tikið vunnu vertirnir klárt flest heiðursmerki – 25 gull, 6 silvur og 13 bronsu, Fuglafjarðar Svimjifelag næstflest 3 gull, 3 silvur og 2 bronsu, Ægir triðflest 1 gull, 10 silvur og 11 bronsu, og Havnar Svimjfelag fjórflest 11 silvur og 3 bronsu. Størstu heiðursmerkjaslúkar vóru Pál Joensen sum vann 8 gull fyri Suðuroyar Svimjifelag, og Kristina Elin Thomsen sum vann 4 gull og 1 silvur, eisini fyri SuSvim.
Pál 7 hundraðpartar frá metinum í 200 firvald
Viðfest eru úrslit frá fyrstu 14 kappingum í Vági í morgun, har vit millum annað síggja eitt óført úrslit hjá Páli Joensen í fyrstu kapping. 2:04.82 í 200 firvald, 2:04.75. Ikki so galið, soleiðis beint komin úr summarferiu 🙂
Startlistin til SuSvim stevnuna í dag
Viðfestur er startlistin til BankNordik stevnuna hjá Suðuroyar Svimjifelag, sum byrjaði í hylinum í Vági í morgun. Gott at síggja at so nógv feløg velja at møta til kapping longu nú, og at so nógv andlit eru at síggja í hylinum aftur.
Christiansborg Rundt avlýst tí at har er skittur í vatninum
Tað hevur aftur regnað illa í Keypmannahavn í morgun, so at so mikið kloakkvatn er runnið út í kanalina, at tey nú kunnu máta E-coli í baðivatninum. Tískil er Christianborg Rundt og Krüger Stafetten 2011 avlýst. Les SwimNews.dk
Hví lat CAS Cielo svimja og ikki Subirats ?
Stutt sagt so slapp Albert Subirats úr Venezuela (heimsmeistari í 50 firvald á stuttgeil) ikki at svimja á HM í Shanghai, tí at hann vegna rót í svimjisambandinum har tríggjar ferðir ikki hevði verið at finna til dopingtest. Ein straffur sum antidopingdómstólurin CAS nú hevur frídømt hann fyri, so at hann egentliga kundi havt svomið í Shanghai. Men ímeðan hetta stóð á, gjørdi CAS sær ómak at skunda eina aðra avgerð ígjøgnum í Kina beint upp undir HM, sum viðførdi at César Cielo (heimsmeistari í 50 firvald frá nú Shanghai) og 2 aðrir brasiliumenn fingu bara eina ávaring fyri at hava tikið dopingevni. Tí er spurningurin hjá Craig Lord her á SwimNews.com ógvuliga viðkomandi:
The questions for CAS and all involved in seeking fairness and more rigour in the anti-doping system is clear:
- why, when the Subirats case was known before the Cielo case, did CAS not rush to sit in session in order that the Venezuelan could swim in Shanghai last month (different treatment for differest swimmers, once more)
Evan Pinion, árgang 1994 og 15:11.03 í 1500 frí
Tey kalla tað eitt heimsmet her á volunteertv.com, tá ið amerikanski Evan Pinion árgang 1994 herfyri knústi stevnumetið á HM fyri juniorar, sum var í Lima í Peru. 15:11.03 í 1500 frí á langgeil, har metið hjá Krzystof Pielowski frá 2008 var 15:25.01, umframt at Pinion eisini setti flott met í 800 frí við 7:55.92. Tað er ikki heilt rætt at samanbera við EJM, við tað at aldursbólkarnir ikki eru heilt teir somu, men har er stevnumetið í 1500 frí 15:06.04, hjá polska Mateusz Sawrymowicz frá 2005.