Evan Pinion, árgang 1994 og 15:11.03 í 1500 frí

Tey kalla tað eitt heimsmet her á volunteertv.com, tá ið amerikanski Evan Pinion árgang 1994 herfyri knústi stevnumetið á HM fyri juniorar, sum var í Lima í Peru. 15:11.03 í 1500 frí á langgeil, har metið hjá Krzystof Pielowski frá 2008 var 15:25.01, umframt at Pinion eisini setti flott met í 800 frí við 7:55.92. Tað er ikki heilt rætt at samanbera við EJM, við tað at aldursbólkarnir ikki eru heilt teir somu, men har er stevnumetið í 1500 frí 15:06.04, hjá polska Mateusz Sawrymowicz frá 2005.

One thought on “Evan Pinion, árgang 1994 og 15:11.03 í 1500 frí”

  1. Hasin er øgiligur. Tað verður spennandi at síggja í framtíðini hvat fyri eina grein og tein hann vil specialisera seg í.
    800m hjá honum var betur enn 1500m, og tá ið ein hugsar USA, so endar hann nokk á 200 og 400m. Men eg vóni at hann vil royna seg í 1500m.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.