Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði fyri løtu síðani at svimja seg víðari til hálvfinalu í 200 metra frísvimjing á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni 2026, tá ið hann í innleiðandi riðlunum svam seg til úrslitið 1:50.53. Sí úrslitalistan her á European Aquatics

Besta tíð hjá Líggjasi nakrantíð, er føroyska juniormetið á 1:49.31 frá Danish Open í vár. Pál Joensen (1990, SuSvim) eigur føroyska metið á 1:48.98, frá Danish Open í 2012.
Úrslitið hj´a Líggjasi rakk til eitt fyribils 14. pláss av 63 luttakandi, har 16 sluppu víðari til hálvfinalu, tó í mesta lagi 2 frá hvørjum landi. Vegna hetta síðsta, hevur hann reelt eina plasering sum nr 13 av teimum 16 sum komu í hálvfinalu, harav 8 sleppa víðari til finalu.
Tað eru 14 ár síðani at nakar føroyskur svimjari hevur svomið seg víðari til hálvfinalu á EJM – tá var tað 3 ferðir Magnus Jákupsson (1994, HS)
Hálvfinalan verður svomin seinnapartin kl 17:19 ella 17:23, føroyska tíð, alt eftir um hann er í fyrru ella seinnu hálvfinalu. Tað fer at kunna síggjast her:
Til ber at síggja EJM her, tó afturfyri gjaldi
