Kanadiska Summer McIntosh setti í gjár stórt nýtt heimsmet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á kanadisku úttøkustevnuni svam seg til úrslitið 2:01.65. Hon tók tá elsta heimsmetið í bókini, sum var 2:01.81 hjá kinesisku Liu Zige frá ‘superdrakt-tíðini’ í kinesisku meistarastevnuni í Ji Nan í 2009.
