Okkara svimjarar hava nú allir roynt seg á EJM 2026, og gekk tað heilt væl. Líggjas svam seg víðari til hálvfinalu í 200 frí, Silas setti persónligt met í somu kapping, og øll trý hava svomið upp ímóti sínum bestu tíðum.

- Líggjas Joensen (2008, Ægir) 1:50.53 og nr 14 av 63 í 200 frí
– hetta er triðbesta tíð hjá honum nakrantíð
– besta tíð hjá honum er juniormetið á 1:49.31 frá Danish Open í vár - Silas Dam Lindberg (2008, HS) 1:57.03 og nr 56 av 63 í 200 frí
– besta tíð hjá honum var 1:58.04 frá Swim Open Tórshavn í vár - Lea O. Højsted (2008, Ægir) 33.43 og nr 37 av 42 í 50 bringu
– hetta er fjórbesta tíð hjá henni nakrantíð
– besta tíð hjá henni er 33.11 frá Swim Open Tórshavn í fjør
