Øgilig heimsmet á World Cup 2025

World Cup 2025 stevnur hava verið í USA og Kanada hesar seinastu vikurnar, har rættiliga nógv heimsmet hava verið sett. Serliga imponerandi er kanska, at avstralska Mollie O’Callaghan varð fyrsta kvinna undir 1:50 í 200 frí, at avstralska Lani Pallister tók heimsmetið frá amerikansku Katie Ledecky í 800 frí, at niðurlendski Caspar Cordeau varð fyrsti svimjari undir 2 minuttir í 200 bringu, og at amerikanska Kate Douglass varð fyrsta kvinna undir 50 í 100 frí.

Continue reading Øgilig heimsmet á World Cup 2025

Havnar Svimjifelag á venjingarlegu í Turkalandi

Í hesum døgum er størsta svimjifelag í landinum, Havnar Svimjifelag, á venjingarlegu í Turkalandi. Fríggjadagin 10. oktober fóru, 21 svimjarar, 4 leiðarar og venjarar, úr Føroyum við Atlantic og fleyg yvir París til Antalya. Liðið verður aftur í Føroyum sunnudagin 19. oktober.

Continue reading Havnar Svimjifelag á venjingarlegu í Turkalandi

EA DEI-ráðstevnan 2025

European Aquatics skipaði nú fríggjamorgunin hin 26. september fyri sínari næstu árligu DEI-ráðstevnu, í Tbilisi í Georgia í sambandi við aðalfundin á sama stað. Eitt eyka “I” fyri Integrity var á skránni til hesa ráðstevnu, og fingu tey lond íroknað Føroyar hartil heiðursprógv, sum hava undirskriva felags DEI-yvirlýsing hjá European Aquatics. Lesið her á europeanaquatics.org