Lovandi lyfti frá nýggja FINA forsetanum

Altjóða svimjisambandið FINA hevði nú leygardagin hin 5. juni sín árliga aðalfund, har skráin í ár beyð uppá serliga val av nýggjum FINA forseta við starvsnevnd, fyri næstu 4 árini. Nýggi forsetin lovar munandi broytingar innan FINA, við meira stuðul til limalond og íðkarar, meðan FINA sjálvt skal spara.

Continue reading Lovandi lyfti frá nýggja FINA forsetanum

Svimjisambandið sett landsliðsvenjara

Svimjisamband Føroya hevur í dag sett Kristian Martin Joensen úr Havn sum landsliðsvenjara fyri føroyska svimjilandsliðið, at byrja beinanvegin. Avtalan gongur fyribils fram til og við summarið 2022, sum við hesum tá vónandi verður eitt spennandi og mennandi ár fyri føroyskar landsliðssvimjarar.

Continue reading Svimjisambandið sett landsliðsvenjara

Íslendingar hjálpa okkum í Budapest

Av tí at alt er so serligt nú í sambandi við korona, so vóru vit eitt sindur í neyð herfyri, tá ið venjarin hjá Signhild mátti melda avboð, so mikið seint at tað var hopuleyst at fáa nakran annan inn.

Men, tíbetur hava vit góðar vinir í Íslandi, sum beinanvegin játtaðu av vilja hjálpa okkum, í tann mun sum tað nú einaferð fór at bera til har í ‘bobluni’. Tað eydnaðist ikki at flyta til teirra hotel, men tíbetur gongur tað viktigasta fyri seg í hylinum.

Her er tað Hörður J. Oddfríðarson, fyrrverandi formaðurin hjá íslendska svimjisambandinum, sum ger samrøðu við Signhild uttanfyri Duna Arena, nú fyri løtu síðani. Hann sigur at vit fáa eitt avrit av samrøðuni 🙂

Signhild og Hörður í Budapest. Rannvá Sigfríðsdóttir eigur myndina

Læknar í Tokyo biðja nú IOC um at avlýsa OL vegna korona

Fakfelagið hjá 6000 læknum í Tokyo biður nú altjóða olympisku nevndina um at avlýsa Olympisku Leikir í Tokyo, tí at tey ‘hava hendurnar fullar og nærum einki pláss eftir at kunna geva’. Trupulleikin er fyrst og fremst korona, har staturin hevur verið noydd at leingja lýstu undantaksstøðu til hin 31. mai; men eisini at summarhitin fer at koma nú, sum altíð krevur sítt. Lesið t.d. Reuters

Føroysku Oyggjaleikir fingið samleika – Eita nú Føroyaleikir

ÍSF hevur saman við lýsingarstovu ment nýggjan samleika til Føroysku Oyggjaleikirnar, at framyvir eita Føroyaleikir, ella á enskum Faroe Games. Búmerkið er eitt tjaldur og annars í føroyskum litum.

Svimjisambandið hevur valt at flyta árliga FM á langgeil til hesar fyrstu Føroyaleikir, at vera í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli. Til nú hava eini 126 boðað frá luttøku, harav 65 svimjarar.

Pfizer & BioNTech lata nú ókeypis vaksinur til liðini sum fara til OL í Tokyo

Altjóða olympiska nevndin IOC fegnast her um stórfingnu gávuna, sum er at Phizer og BioNTech nú geva ókeypis vaksinur til tey liðini sum fara til Olympisku Leikir í Tokyo, væl at merkja omaná tær skamtir sum viðkomandi lond longu fáa.

pexels-photo-5863397.jpeg
Photo by Nataliya Vaitkevich on Pexels.com

Sitandi nevnd vann stríðið um Dansk Svømmeunion

Dansk Svømmeunion hevði í dag sín árliga aðalfund, við metstórari luttøku nú stríðsval var millum verandi nevnd og onnur sum ynsktu hesi frá, og har eitt møguligt misálit eisini var á skránni.

Tilsamans vóru tey eini 137 feløg sum luttóku, har atkvøðan um misálit endaði við 230 ímóti, 143 fyri og 23 blonkum atkvøðum, meðan kampvalið um formanspostin endaði við at 57% atkvøddu fyri Piu M. Johansen sum ikki stuðlaði misálitinum.

Tá ið so valið um formann varð avgjørt, valdu hini uppreistrarfólkini at trekkja sína uppstillingar til írestandi postar, so at tey afturvaldu og nývaldu vóru frá veinginum sum ikki ynsktu misálit.

Lesið t.d. her á DR og her á Ekstra Bladet