Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2023

Svimjisamband Føroya hevði í kvøld hin 23. mars 2023 sín árliga aðalfund, á Panorama á Hotel Hafnia í Havn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini ein røð av innkomnum málum frá starvsnevndini, og val av næstformanni, skrivara og tiltakslimi.

Innkomnu málini vóru:

  • Uppskot frá SSF um reglugerð og lógarbroyting ísv íðkaranevndina
  • Uppskot frá SSF um lógarbroyting ísv svimjinevndina
  • Uppskot frá SSF um atkvøðurætt á aðalfundi SSF
  • Uppskot frá Ægir um FM/JM skrá og stað

Uppskotini frá SSF vórðu samtykt, tað fyrsta við ávísum broytingum, meðan uppskotið frá Ægir varð orðað til eina áheitan á starvsnevnd SSF um at endurskoða okkara FM/JM.

Síðani var val á skrá, har næstformaður Símun Michael Sørensen og skrivari Ólavur Hansen høvdu fráboðað, at teir ynsktu at fara frá.

Úrslitið av hesum valum var, at Johan Martin Thorsteinsson er nýggjur næstformaður, Gunnvá Thomsen nýggjur skrivari, og Rúni Gaardbo tiltakslimur.

Hartil er Pál Joensen sum formaður í íðkaranevnd SSF nú starvsnevndarlimur eisini, við atkvøðurætti.

Nýggja starvsnevnd SSF: Frá vinstru Rúni Gaardbo (tiltakslimur), Pál Joensen (íðkaraumboð), Rókur í Jákupsstovu (formaður), Sabina Poulsen (nevndarlimur), Johan Martin Thorsteinsson (næstformaður), Gunnvá Thomsen (skrivari), Dann Hjelm (nevndarlimur). Lis Gøthe í Jákupsstovu eigur myndina.

Undir ymiskt ynskti starvsnevndin at hoyra aðalfundin, um hvussu vit nú skuldu gera við okkara bólkabýti, aftaná at World Aquatics og LEN hava broytt síni.

Til hetta síðsta varð samtykt, at bólkabýtið verður broytt til at hóska sum broytt hjá World Aquatics og LEN, frá 1. apríl at rokna.

Sum heild ein góður fundur, við góðari uppmøting.

Formansfrágreiðingin kann lesast her:

Vegna SSF

Rókur

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.