FINA fer nú at eita World Aquatics

Aðalfundur FINA samtykti í Melbourne nú mánadag hin 12. desember at skifta til frá í 2023 at eita World Aquatics, og varð nýtt búmerki tá eisini almannakunngjørt.

Til ber at lesa um nýggja samleikan her á heimasíðu FINA, har leinki eisini er til ymiskt tilfar um nýggja samleikan.

Eitt stuttligt við nýggja samleikanum er, at vit limalond hava hvør sína útgávu, har litirnir úr fløggum okkara verða nýttir í búmerkinum hjá World Aquatics.

Her er føroyska útgávan – hon riggar betri á myrkari bakgrund, vegna tað hvíta í Merkinum

One thought on “FINA fer nú at eita World Aquatics”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.