Nýggja svimjinevnd SSF nú skipað

Svimjisamband Føroya hevur nú aftur eina veruliga svimjinevnd, aftaná at starvsnevnd SSF í nøkur ár hevur virkað sum eisini svimjinevnd. Nýggja nevndin hevði sín fyrsta regluliga fund í SSF-hølunum í Saltangará nú mikukvøldið hin 3. februar, har á skránni millum annað var skipan av nýggju svimjinevndini.

Tey sum manna nýggju svimjinevnd SSF, eru:

  • Heri Mortensen, formaður
  • Bjørg Olsen, næstforkvinna
  • Rúna í Skála, skrivari
  • Jytta Friang, varaskrivari
  • June Jónsveinsdóttir, limur
  • Eliesar Lydersen, limur

Uppgávan hjá svimjinevnd SSF, er stutt sagt at hava eftirlit við, at svimjistevnur her í Føroyum verða skipaðar sambært galdandi reglum. Svimjinevndin skipar í sínum virki millum annað fyri regluligum kalendarafundum, har feløgini sínamillum avtala kappingarkalendaran til komandi svimjiár. Næsti kalendarfundur verður hin 27. februar.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.