Evropeiska svimjisambandið LEN hevði í dag sín árliga aðalfund, sum fjórða hvørt ár hartil er val-aðalfundur. Italski svimjiforsetin Paolo Barelli varð afturvaldur sum LEN forseti, meðan norðurlond fingu ein nýggjan vara-forseta umframt tveir nýggjar starvsnevndarlimir.
Hesin aðalfundur skuldi upprunaliga hava verið í sambandi við EM á langgeil í Budapest í mai mánaða, men varð vegna korona fyrst útsettur saman við EM til í august mánaða, fyri síðani at verða útsettur til vera fyri seg í Budapest í november, og so enda við at vera á netinum.
Her í Føroyum høvdu vit í gjár og fyrradagin eina innanhýsis ráðstevnu á Hotel Norð á Viðareiði, og endaði tað tí við at vit fylgdu við haðani, frá kl 9 í morgun til umleið kl 12.
Spenningur var serliga um forsetavalið, har forsetin í franska svimjisambandinum stillaði upp ímóti sitandi forsetanum í evropeiska svimjisambandinum, Paolo Barelli sum hartil er forseti í italska svimisambandinum. Eitt stríð sum Barelli endaði við at vinna ógvuliga greitt, við 86 atkvøðum ímóti 13.
Síðani varð farið víðari til val av aðalskrivara, kassameistara og fimm varaforsetar, har tað tó ikki varð til nakað stríðsval yvirhøvur, av tí at ein valdi at trekkja seg sum uppskot til allar hesar postar, við tí úrsliti at har ikki vóru fleiri enn tey neyðugu at velja ímillum.
Aðalskrivarin David Sparkes varð tí afturvaldur, meðan spanski Fernando Carpena var nývaldur sum kassameistari, og varaforsetanir síðani vóru tey fimm í uppskoti, Dimitris Diathesopoulos úr Grikkalandi, Pia Holmen úr Danmark, Tunde Szabo úr Ungarn, Marius van Zeijtz úr Niðurlondum og Andriy Vlaskov úr Ukraina.
Teir tríggirnir mennirnir vóru afturval, meðan tær báðar Pia Holmen og Tunde Szabo eru nýval, og hartil fyrstu kvinnuligu varaforsetar hjá LEN yvirhøvur.
Aftaná hetta var val av restini av starvsnevndini, har Joe Caruana av Malta, Camelia Potec úr Rumenia, Alexandar Sostar úr Serbia, Marco Stacchiotti úr Luksemburg, Alexei Vlasenko úr Russlandi og Noam Zwi úr Ísrael vórðu afturvaldi, meðan Christer Magnusson úr Svøríki, Predrag Sloboda úr Kroatia og Sami Wahlmann úr Finnlandi vórðu nývaldir.
Síðani var tað val av umboðum til starvsnevnd FINA, har sjálvskrivaða umboðið var afturvaldi LEN-forsetin Barelli, og har aðalfundurin síðani atkvøddu fyri afturvalda aðalskrivaran Sparkes, afturvalda næstformannin Diathesopoulos, og nývalda kassameistaran Carpena.
At enda var tað val av heiðurslimum og grannskoðarum, umframt nakrar reglubroytingar sum mest vóru tillagingar til at fáa lógina hjá LEN at samsvara betri við henni hjá altjóða svimjisambandinum FINA. Til dømis, at tað í LEN-høpi ikki longur skal eita ‘artistic synchronized swimming’, men bara ‘artistic swimming’.
Ein á pappírinum dramatiskur val-aðalfundur, ið tó endaði við at verða rættiliga ódramatiskur – kanska serliga tí at vit eru í hesi serligu tíð við korona.
Rókur