Merkisvert at síggja hvussu franski landsliðsvenjarin Lionel Horter orðaði seg her á L’Alsace, eftir at evropameistarin í 1500 frí frá í fjør, Sébastien Rouault, endaði á síðsta plássi í finaluni í 800 frí á HM í Shanghai (har Pál varð nr 5 og Cochane vann silvur):
« Je ne pense pas que Sébastien ait moins de potentiel que Pal Joensen ou Ryan Cochrane, poursuit Lionel Horter. Mais, manifestement, il a moins de caisse ! Du 3 e au 7 e, l’écart est minime et ces temps ne sont pas des performances inatteignables pour Sébastien. Il va falloir se poser les bonnes questions.
Umsett merkir tað okkurt a la: ‘Eg haldi ikki at Sébastien hevur minni potentiali enn Pál Joensen ella Ryan Cochrane, heldur Lionel Horter áfram. Men týðiligvís so hevur hann minni [caisse?]. Munurin frá 3. til 7. plássi er minimalur, og hesar tíðir eru ikki órøkkiligar fyri Sébastien. Vit verða noydd at spyrja røttu spurningar.’