Horter heldur at evropameistarin er líka góður sum Pál :-)

Merkisvert at síggja hvussu franski landsliðsvenjarin Lionel Horter orðaði seg her á L’Alsace, eftir at evropameistarin í 1500 frí frá í fjør, Sébastien Rouault, endaði á síðsta plássi í finaluni í 800 frí á HM í Shanghai (har Pál varð nr 5 og Cochane vann silvur):

« Je ne pense pas que Sébastien ait moins de potentiel que Pal Joensen ou Ryan Cochrane, poursuit Lionel Horter. Mais, manifestement, il a moins de caisse ! Du 3 e au 7 e, l’écart est minime et ces temps ne sont pas des performances inatteignables pour Sébastien. Il va falloir se poser les bonnes questions.

Umsett merkir tað okkurt a la: ‘Eg haldi ikki at Sébastien hevur minni potentiali enn Pál Joensen ella Ryan Cochrane, heldur Lionel Horter áfram. Men týðiligvís so hevur hann minni [caisse?]. Munurin frá 3. til 7. plássi er minimalur, og hesar tíðir eru ikki órøkkiligar fyri Sébastien. Vit verða noydd at spyrja røttu spurningar.’

3 thoughts on “Horter heldur at evropameistarin er líka góður sum Pál :-)”

  1. So skrivar El Esquiú at argentinski Juan Martín Pereyra ‘varð nummar 16 í semifinalunum í 800 frí á HM í Shanghai, Kina’.

    Ahem, har vóru ongar semifinalur … bara innleiðandi og 8 mans í finalu.

    Har verður Pál so nevndur sum ein av teimum 8 ið rakk finalunum: “Además, se clasificaron para la final Pal Joensen, de Islas Feroe, el canadiense Ryan Cochrane, el húngaro Gergo Kis, el tunecino Oussama Mellouli, el estadounidense Peter Vanderkaay y el francés Sebastien Rouault.”

  2. Huff, mítt franska er for vánaligt til hetta, og Google Translate eitt sindur torført at týða. Meen hygg her, liveblog úr Fraklandi frá finalu í 1500 frí …

    13 heures. Après 600 mètres, Sun Yang compte 2”71 de retard sur le record du monde, mais plus d’une seconde d’avance sur son poursuivant, le Canadien Ryan Cochrane. L’idole du Grand Bain en avant, le Féroïen Pal Joensen, est troisième.

    -> ’13:00. Aftaná 600 er Sun Yang 2″71 aftanfyri heimsmetið, men meira enn eitt sekund frammanfyri forfylgjaran, kanadiska Ryan Cochrane. Idolið hjá Le Grand Bain en Avant, føroyski Pál Joensen, er á triðja plássi.’

    Og

    13h08. Sun Yang est actuellement seul au monde. Et notre Féroïen préféré (le seul qu’on connaisse d’ailleurs) est à la lutte pour la 3e place avec le Hongrois Kis. Le délire s’empare peu à peu du public. Pas des Français.

    -> ’13:08. Sun Yang er nú einsamallur í heiminum. Okkara føroyski favorittur (tann einasti sum vit kenna fyri tann skuld) er í dysti um triðja pláss við ungarska Kis. Dilerium er við at fanga áskoðararnar. Ikki teir fronsku.’

    Kringvarpið ignorerar men Le Monde heppar við? Ófatiligt, incroyable.

    http://natation.blog.lemonde.fr/2011/07/31/les-finales-en-direct-9/

    1. Meira frá Grand Bain en avant blogguni á Le Monde:

      Sébastien Rouault a nagé ses dernières longueurs à Shanghai, sans réussir à se qualifier pour la finale du 1500m (11e temps), à laquelle ne participeront pas non plus, demain, les deux derniers champions du monde – le Tunisien Mellouli (par ailleurs champion olympique) et le Polonais Sawrymowicz -, contrairement au chouchou du Grand Bain en avant, le Féroïen Pal Joensen. Réaction de Rouault : “C’est frustrant, comme toujours en Chine pour moi (il n’avait pas vu la finale du 1500 au JO 2008 à Pékin). Je n’ai plus trop l’intention de revenir. La bonne nouvelle, c’est que l’an prochain, c’est en Europe (les JO de Londres).”

      -> ‘Sébastien Rouault svam sínar síðstu longdir í Shanghai, men megnaði ikki at kvalifisera seg til 1500 finaluna (11. ferð), sum í morgin (heldur) ikki fer at umfata teir undanfarnu tveir heimsmeistararnar – tunesiska Mellouli (eisini olympiskur meistari) og polski Sawrymowicz – men hinvegin yndlingin hjá Grand bain en avant, føroyski Pál Joensen. Reaktiónin hjá Rouault: “Tað er frustrerandi, soleiðis er Kina altíð fyri meg (hann nátti ikki 1500 finaluna á OL í 2008 í Beijing). Eg havi heldur ongar ætlanir um at koma aftur higar. Góðu tíðindini eru at næsta ár verður tað í Evropa (OL í London)”.’

      http://natation.blog.lemonde.fr/2011/07/30/quelques-conseils-a-alain-bernard/

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.