HM stuttgeil 2022 verður í Melbourne nú hin 13. til 18. desember 2022, við luttøku av eisini føroysku Vár E. Eidesgaard. FINA skrivar her, at tað fer at bera til at síggja kappingina eisini í Føroyum, her á AllAquatics

HM stuttgeil 2022 verður í Melbourne nú hin 13. til 18. desember 2022, við luttøku av eisini føroysku Vár E. Eidesgaard. FINA skrivar her, at tað fer at bera til at síggja kappingina eisini í Føroyum, her á AllAquatics
Fyriskipararnir ætla sum skilst at stroyma frá Norðurlendsku Meistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni 2022, her á vimeo.com
Í morgin ári byrjar Norðurlendska Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnan í svimjing 2022, sum í ár er í Bergen í Noregi, við luttøku av eisini 10 føroyskum svimjarum. Stevnusíðan er her, har til ber at finna startlistarnar, umframt leinki til stroyming og annað.
Fyribils luttakaralistarnir síggjast nú her á omegatiming.com, til HeimsMeistarastevnuna á Stuttgeil 2022, sum verður í Melbourne í Avstralia nú í næstu viku, hin 13. til 18. desember 2022. Úr Føroyum luttekur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, í 100 og 400 frí.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihøllini í Fuglafirði, nú leygardagin hin 3. desember 2022.
Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini í Fuglafirði, nú leygardagin hin 3. desember 2022. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Fyriskipararnir boða frá, at av tí at tað eru so nógvar tilmeldingar til bólk 1 og 2, so rokna tey ikki við at seinni partur kann byrja fyrr enn við upphiting frá kl 16.
Føroyskir svimjarar megnaðu aftur í dag at vinna sær eina rúgvu av heiðursmerkjum, tá ið triði og síðsti dagur á Køge Open 2022 varð avgreiddur. Eini 8 gull, 3 silvur og 4 bronsur varð tað til afturat, í Herfølge og í Køge.
Annar dagur er væl avgreiddur á Køge Open 2022, har eisini føroyingar gjørdu vart við seg, bæði í kappingum sum vórðu avgreiddar í Køge og Herfølge um morgunin, og síðani aftur í felags finalupartinum í Køge um kvøldið. Her er nógv at halda skil uppá, men sær tað út til at føroyingar í dag vunnu eini 8 gull, 8 silvur og 6 bronsur.
Fyrstu finalur vórðu avgreiddar á Køge Open 2022 í kvøld, har føroyingar eisini gjørdu vart við seg. Í 200 rygg vann Bjarta í Lágabø (2009) úr Suðuroyar Svimjifelag gull í aldursbólkinum gentur 13-14 ár, við tíðini 2:25.70, meðan Líggjas Joensen (2008) úr Ægir við tíðini 2:16.07 vann gull í aldursbólkinum dreingir 14-15 ár, umframt gull í 200 frí fyri dreingir 14-15 ár við tíðini 1:58.03.
Hetta vikuskiftið skipar Køge Svømmeklub fyri Køge Open 2022, í Køge Svømmehal hin 25. til 27. november, umframt fyri yngstu aldursbólkar í Herfølge Svømmehal hin 26. og 27. november. Úr Føroyum luttaka 29 svimjarar úr FS, HS, SuSvim og Ægir.