aerial shot of city

Fyribils luttakaralistar til HM á Stuttgeil 2022 í Melbourne

Fyribils luttakaralistarnir síggjast nú her á omegatiming.com, til HeimsMeistarastevnuna á Stuttgeil 2022, sum verður í Melbourne í Avstralia nú í næstu viku, hin 13. til 18. desember 2022. Úr Føroyum luttekur Vár Erlingsdóttir Eidesgaard, í 100 og 400 frí.

https://youtu.be/51uLQSATw3c

Vár svimur hesar báðar dagarnar

  • Týsmorgunin 13. desember frá kl 11:05 Melbourne tíð (t.e. 00:05 føroyska tíð, náttina millum mánadag og týsdag): 400 frí við tilmeldingartíð 4:14.09
  • Mikumorgun 14. desember frá kl 11:54 Melbourne tíð (t.e. 00:54 føroyska tíð, náttina millum týsdag og mikudag): 100 frí við tilmeldingartíð 56.60

Vit skriva ‘fyribils luttakaralistar’ her, tí at teir vanliga verða fastlagdir aftaná tekniska fundin, sum nú í sambandi við HMS 2022 er har í Melbourne, sunnudagin hin 11. desember. Tá er síðsta freist at melda svimjarar frá uttan bót, umframt at til ber at skifta út svimjara við annan tilmeldaðan svimjara.

Featured photo by Tiff Ng on Pexels.com

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.