Íslendska svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri Reykjavík International Swim Meet 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum fara at luttaka. Startlistin sæst her á SwimRankings, og sum skilst fara tey at stroyma eisini.

Íslendska svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri Reykjavík International Swim Meet 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum fara at luttaka. Startlistin sæst her á SwimRankings, og sum skilst fara tey at stroyma eisini.
Her er úttøka til ætlaðu venjingarlegu í Vági, vikuskiftið 10. til 12. februar 2023, umframt tilhoyrandi skrá. Leggið til merkis, at tey yngru fara heim leygarkvøldið 11.
Continue reading Úttøka til ungdómslandsliðslegu í Vági, 10. – 12. februar 2023Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihøllini á Toftum, leygardagin hin 4. februar 2023.
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. januar 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify, her á Tempus og her á SwimRankings
Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna SuSvim Open sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll hin 14. og 15. januar 2023. Sí innbjóðingina her og nýggja Swimify sum fer at avloysa livetiming.se
Her er innbjóðing til svimjistevnuna SuSvim Open sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll hin 14. og 15. januar 2023.
Aðalfundur FINA samtykti í Melbourne nú mánadag hin 12. desember at skifta til frá í 2023 at eita World Aquatics, og varð nýtt búmerki tá eisini almannakunngjørt.
Róland Toftum setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing fyri menn á stuttgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Bergen Swim Festival svam hendan teinin uppá 28 sekund og 30 hundraðpartar. Hann átti sjálvur føroyska metið á 28.37 sekund, frá NM í Tórshavn í 2019.