Luttakaralistar til NM/NJM 2022

Í morgin ári byrjar Norðurlendska Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnan í svimjing 2022, sum í ár er í Bergen í Noregi, við luttøku av eisini 10 føroyskum svimjarum. Stevnusíðan er her, har til ber at finna startlistarnar, umframt leinki til stroyming og annað.

Tíðarætlanin er hendan, føroyska tíð

  • Leygarmorgun 10. des. frá kl 08:00 – Innleiðandi riðlar
  • Leygardag 10. des. frá kl 16:00 – Finalur
  • Sunnumorgun 11. des. frá kl 08:00 – Innleiðandi riðlar
  • Sunnudag 11. des. frá kl 16:00 – Finalur
  • Mánamorgun 12. des. frá kl 08:00 – Innleiðandi riðlar
  • Mánadag 12. des. frá kl 15:00 – Innleiðandi riðlar

Nágreiniliga tíðarætlanin sæst her, har tíðin er sum í Bergen

Stroymað verður her á vimeo.com

Startlistarnir síggjar her á medley.no

Tilsamans eru tey 253 svimjarar – 122 kvinnur og 131 menn – sum fara at kappast hesar tríggjar dagarnar í Bergen, úr 8 norðurlondum íroknað Estland og Litava.

Føroysku svimjararnir eru 10 í tali:

NM 2022

  • úr SuSvim: Alisa Vestergård (2003), Róland Toftum (1998)

NJM 2022

  • úr FS: Jóhanna Ólavsdóttir (2007), Bárður Ólavsson (2008)
  • úr HS: Isak Brisenfeldt (2006)
  • úr SuSvim: Bjarta í Lágabø (2009)
  • úr Ægir: Lea Osberg Højsted (2008), Róa Trygvadóttir (2008), Líggjas Joensen (2008), Heini M. Askham (2006)

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.