Stroyming frá HMS 2022

HM stuttgeil 2022 verður í Melbourne nú hin 13. til 18. desember 2022, við luttøku av eisini føroysku Vár E. Eidesgaard. FINA skrivar her, at tað fer at bera til at síggja kappingina eisini í Føroyum, her á AllAquatics

HMS 2022 kappingarhylurin í Melbourne

Tíðarætlanin verður eitt sindur drápulig fyri føroyingar, vegna tíðarmunin á 11 tímar til Melbourne. Her í føroyskari klokkutíð:

  • Týsnátt 13. des. frá kl 00:00 – Innleiðandi riðlar – Vár 400 frí
  • Týsmorgun 13. des. frá kl 08:00 – Finalur
  • Mikunátt 14. des. frá kl 00:00 – Innleiðandi riðlar – Vár 100 frí
  • Mikumorgun 14. des. frá kl 08:00 – Finalur
  • Hósnátt 15. des. frá kl 00:00 – Innleiðandi riðlar
  • Hósmorgun 15. des. frá kl 08:00 – Finalur
  • Fríggjanátt 16. des. frá kl 00:00 – Innleiðandi riðlar
  • Fríggjamorgun 16. des. frá kl 08:00 – Finalur
  • Leygarnátt 17. des. frá kl 00:00 – Innleiðandi riðlar
  • Leygarmorgun 17. des. frá kl 08:00 – Finalur
  • Sunnunátt 18. des. frá kl 00:00 – Innleiðandi riðlar
  • Sunnumorgun 18. des. frá kl 08:00 – Finalur

Vár luttekur týsdag 13. des. í 400 frí, og mikudag 14. des. í 100 frí

offisiellu tíðarætlanina her

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.