Startlisti og klokkutíðir til FLOT-stevnu í Leirvík 3. februar 2024

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum FLOT skipar fyri í svimjihøllini í Leirvík nú leygardagin hin 3. februar 2024, umframt tíðarætlan

  • Bólkur 1 – 38 svimjarar – kapping byrjar kl. 12.45 (upphiting kl. 12.15)
  • Bólkur 2 – 78 svimjarar – kapping byrjar kl. 14.15 (upphiting kl. 13.45)
  • Bólkur 3 – 47 svimjarar – kapping byrjar kl. 16.30 (upphiting kl. 16.00)

Dyggur stuðul til ovastu nevnd í European Aquatics

Farna vikuskifti var val í evropeiska svimjisambandinum, í Athen í Grikkalandi. Øll hin ovasta nevndin stóð fyri vali, sum siður er í hesum felagsskapi, og vórðu so gott sum øll tá einmælt afturvald.

Nevndin í European Aquatics, forsetin í World Aquatics og grikska umboðið í IOC
Allan Nyhus eigur myndina
Continue reading Dyggur stuðul til ovastu nevnd í European Aquatics

Úrslit frá Reykjavík International 2024

Íslendingar skipa nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnuna á Reykjavík International 2024, við luttøku av eisini eini rúgvu av føroyskum svimjarum. Fyrst úrslit eru komin inn, og sær tað út til at vit longu hava vunnið okkurt heiðursmerki, umframt at svimjarar hjá okkum hava svomið seg víðari til finalu

Sí startlistar og úrslitalister her á swimrankings.net

Landsliðsætlan SSF fyri 2024

Góðu tit øll,

Her er ætlanin fyri landslið SSF í 2024, sum samtykt av landsliðstoyminum í 2023, og síðani løgd fram og tillagað á forfólkafundi hin 7. januar 2024

Tvær viðmerkingar:

  • World Cup verður ikki í Berlin í ár, og leita vit tí eftir aðrari, brúkiligari stevnu
  • Ynski er hava NM/NJM-venjingarleguna fyrr, og verður tað tí umhugsað

Vinarliga

Rókur