Líggjas 8:32.54 í 800 frí á HM 2024 í Doha

Líggjas Joensen royndi seg nú tíðliga í morgun í 800 metra frísvimjing á HM 2024 í Doha, og megnaði hann har at svimja seg til óføru tíðina 8:32.54. Hetta er nógv besta tíð hjá honum nakrantíð, við meira enn 9 sekundum í mun til hansara til nú bestu tíð, sum var 8:41.85 frá HM í Fukuoka í juli mánaða í fjør.

Continue reading Líggjas 8:32.54 í 800 frí á HM 2024 í Doha

Úrslit og stroyming frá HM 2024

Í morgin byrjar HM 2024, við luttøku av Líggjasi Joensen úr Føroyum. Startlistarnir síggjast her á omegatiming.com, har úrslitini eisini verða at síggja. World Aquatics stroymar eisini frá stevnuni, men tíverri sær tað út til at viðkomandi tænasta ikki er tøk at síggja úr Føroyum enn. Danir vísa her á eurovisionsport.com

Úttøkuskipan til HM 2024 í Doha

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu, sum verður í Doha í Katar frá 2. – 18. februar 2024, har sjálv svimjistevnan er 11. – 17. februar 2024. Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella komandi broytingum.

Image courtesy of Hossam el-Hamalawy, CC BY 2.0
Continue reading Úttøkuskipan til HM 2024 í Doha

FINA kunngjørt at HM verður í Doha í februar 2024

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi í dag dagfestingina av 21. heimsmeistarastevnu í svimjing (á langgeil), at verða í Doha í Katar hin 2. til 18. februar 2024. Hartil er enn lagt upp til, at HM (á langgeil) verður fýra ár á rað – í Budapest í 2022, Fukuoka í 2023, Katar í 2024 og (enn) Kasan í Russlandi í 2025.