Líggjas 8:32.54 í 800 frí á HM 2024 í Doha

Líggjas Joensen royndi seg nú tíðliga í morgun í 800 metra frísvimjing á HM 2024 í Doha, og megnaði hann har at svimja seg til óføru tíðina 8:32.54. Hetta er nógv besta tíð hjá honum nakrantíð, við meira enn 9 sekundum í mun til hansara til nú bestu tíð, sum var 8:41.85 frá HM í Fukuoka í juli mánaða í fjør.

Continue reading Líggjas 8:32.54 í 800 frí á HM 2024 í Doha

Úrslit og stroyming frá HM 2024

Í morgin byrjar HM 2024, við luttøku av Líggjasi Joensen úr Føroyum. Startlistarnir síggjast her á omegatiming.com, har úrslitini eisini verða at síggja. World Aquatics stroymar eisini frá stevnuni, men tíverri sær tað út til at viðkomandi tænasta ikki er tøk at síggja úr Føroyum enn. Danir vísa her á eurovisionsport.com