Hetta vikuskiftið luttóku 38 føroyskir svimjarar á svimjikappingini, sum er partur av RIG (Reykjavík International Games).
Á RIG luttóku 35 feløg úr hesum londum: Italia, Danmark, Norra, Íslandi, Føroyum, Grønlandi, Svøríki, Polen, India og Sveits.
Føroysku svimjararnir á RIG hesaferð umboðaðu svimjifeløgini FS, HS, SuSvim og Ægir.
Sum heild hevur tað gingist sera væl, við fleiri heiðursmerkjum, persónligum metum umframt juniormet, og eisini hava nøkur klárað nála- og kravtíðir.
Ungdómsheiðursmerkir:
Jórun Winter (Susvim) Gull í bæði 50 rygg og 50 frí. Silvur í 100 rygg og 200 frí. Bronsu í 100 frí. Talita Johannesen (Susvim) Gull í 200 bringu. Silvur í 50 bringu. Bronsu í 100 bringu.
Heiðursmerkir:
Jóhanna Ólavsdóttir (FS) Silvur í 200 firvald. Bárður Ólavsson (FS) Bronsu í 200 firvald. Isak Brisenfelt (HS) Silvur í 200 firvald. Bronsu í 50 firvald. Heini Askam (Ægir) Silvur í 1500 frí. Bronsu í 400 frí. Líggjas Joensen (Ægir) Gull bæði í 200 og 400 frí. Bronsu í 1500 frí. Bjarta í Lágabø (Susvim) Bronsu í bæði 50 og 100 rygg. Jón Hofgaard (Susvim) Bronsu í bæði 50 og 100 bringu.
Nálatíðir:
Símun Sámal Joensen (HS) Bronsunál við stjørnu, Benjamin Havn (Ægir) Talentnál og dagin eftir fekk hann bronsunálina. Óli Mikkelsen (HS) Silvurnál. Bjarta í Lágabø (Susvim) Silvurnál við stjørnu.
Teir føroysku svimjararnir vóru eisini í fleiri A og B finalum og hava fleiri klára kravtíðirnar til Danish Open, ið verður í apríl.
Samanumtikið hava hetta verið nakrir góðir og læruríkir dagar, ið hava styrkt um felagsskapin ímillum svimjifeløgini.
Øll flúgva heimaftur við Atlantic mánadagin á middegi.
Úrslit v.m. síggjast her: SwimRankings
Heilsan
Fuglafjarðar Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, SuSvim, Ægir