Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í dag, fyir okkara yngstu aldursbólkar.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í dag, fyir okkara yngstu aldursbólkar.
Her eru dagførdar kappingarskráir til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 28. oktober 2023, fyri okkara yngstu aldursbólkar. Gevið gætur, at næsti stevnupartur nú byrjar kl 14 heldur enn 15
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, nú leygardagin hin 21. og sunnudagin hin 22. oktober 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify og her á SwimRankings
Gevið gætur, skráirnar eru dagførdar her hin 27. oktober
Her eru kappingarskráirnar til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 28. oktober 2023, fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at gera viðfestu tillagingar í úttøkuskipanini til NM/NJM 2023, so at aldursbólkarnir samsvara við teir á stevnuni nýttu.
Avbjóðingin var, at World Aquatics í februar broytti sín junioraldur, sum so eftirfylgjandi varð broyttur eisini hjá LEN, NSF og okkum.
Continue reading Dagførd úttøkuskipan til NM/NJM 2023Avstralska Kaylee McKeown setti í kvøld nýtt heimsmet í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á World Cup stevnuni í Budapest svam seg til úrslitið 57.33 sekund.
Ægir skipar nú í vikuskiftinum fyri svimjistevnu í Klaksvíkar Svimjihøll, við luttøku frá 5 av okkara nú 7 feløgum. Startlistar og úrslit síggjast á LiveTiming og Swimify:
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi HeimsMeistarastevnu, sum verður í Doha í Katar frá 2. – 18. februar 2024, har sjálv svimjistevnan er 11. – 17. februar 2024. Við fyrivarni fyri møguligum feilum ella komandi broytingum.
Avstralska Kaylee McKeown setti fyri løtu síðani nýtt heimsmet í 50 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið hon á World Cup stevnuni í Budapest svam seg til úrslitið 26.86 sekund.
Góðu forfólk!
Sum tykkum kunnugt, so hevur tað í eina tíð verið arbeitt fram ímóti at fáa mannað eina íðkaranevnd undir SSF. Inntil víðari hava tað verið Signhild og Pál sum hava sitið í nevndini, men vit fara nú undir at skipa eitt val, so vit fáa eina fullmannaða nevnd.