Bartal Erlingsson Eidesgaard svam í morgun sína fyrstu kapping á Evropeisku Juniormeistarastevnuni í Róm, sum var 100 metra frísvimjing. Og tað gekk heilt væl – hann setti persónligt met við tíðini 53.07 sekund, har hansara besta tíð til nú var 54.02 sekund frá FM í Vági í fjør. Sí úrslitalistan her
Tíðin rakk til eitt 65. pláss millum teir 85 luttakandi, har hansara styrkismeting áðrenn kappingina var at verða nr 80 av 95. Altso nøkur pláss uppeftir, eisini hóast teir vóru færri sum luttóku enn upprunaliga tilmeldað.
Bartal er nú hin næstskjótasti føroyski svimjarin nakrantíð í hesari greinini, aftanfyri bara Magnus Jákupsson. Áðrenn í morgun var hann hin 7. skjótasti, men fór hann nú upp um Óla Mortensen, Alva Hjelm, Heðin L. Olsen, Pál Joensen og Rók Trygvason.