Elisabeth Erlendsdóttir royndi seg í morgun í sínari fyrstu kapping á Evropeisku Juniormeistarstevnuni í Róm, í 100 metra ryggsvimjing. Tað gekk upp á stás – hon setti persónligt met við tíðini 1:04.67, har hennara besta tíð til nú var 1:05.60 frá OL-úttøkustevnuni SuSvim Open í apríl mánaða. Sí úrslitalistan her
Elisabeth reyk upp eftir úrslitalistanum við hesi tíðini, til eitt 22. pláss av 51 luttakandi, har hennara upprunaliga styrkismeting var at verða nr 42 av 51 luttakandi. Sekstan sluppu víðari til hálvfinalurnar, so har manglaði lítið í.
Elisabeth var longu áðrenn hetta hin næstskjótasta føroyska nakrantíð í hesari greinini, men hevur nú neyðturviliga minkað nógv um munin fram til Signhild Joensen á fyrstaplássi.