Rumenski David Popovici setti í dag nýtt juniorheimsmet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hann á evropeisku juniormeistarstevnuni í Róm svam hendan tein uppá 47.56 sekund, sum fyrsti svimjari í liðsvimjingini hjá Rumenia í 4×100 frí.
Russiski Andrei Minakov átti heimsmetið á 47.57 sekund, frá russisku meistarastevnuni í Kazan í 2020.
Tíðin hjá Popovici er nú hin fjórskjótasta yvirhøvur í heiminum í ár, og kann enntá betrast tá ið tey koma til einstaklingakappingina í 100 metra frísvimjing, sum byrjar við innleiðandi í morgin ári, síðani hálvfinalu í annaðkvøld, og so finalu hóskvøldið.
Popovici er føddur í september í 2004, og er sostatt bara 16 ára gamal. Hann er sum skilst úttikin til OL í Tokyo eisini, fyri Rumenia. Tíðirnar her eru sjálvsagt á langgeil, við tað at EJM er á langgeil.
Lesið meira um hendan fyrsta dagin á EJM, her á heimasíðu LEN. Millum annað var tað ein sera góður dagur hjá serliga Turkalandi, sum vann fleiri heiðursmerki enn tey nakrantíð fyrr hava gjørt á so mikið stórari stevnu, 1 gull, 1 silvur og 1 bronsu.
Photo courtesy of Deepbluemedia/G. Scala