Hestoy skrivar her á ssf.fo:
Eftir ætlan skulid HM-liðið, undantikið Pál, verið farið úr Føroyum fríggjamorgunin 12. juli, ávegs til venjingarlegu í Canet en Roussillon. Hetta er sama staðið, ið EJM-liðið var á venjingarlegu innan EJM.
Sum kunnugt liggur øll flogferðslan lamin, men vónandi kemur gongd á seinnapartin, soleiðis at vit kunna fáa liðið fram leygardagin 13. juni. Allir luttakararnir fáa beinleiðis kunning um støðuna.
Liðið, ið fer til Canet er Kristian Martin Joensen, venjari og ferðaleiðari. Svimjararnir eru úr Ægir: Birita Debes og úr HS: Poula Ø. Mohr og Bartal H. Hestoy. Í Canet venur liðið saman við íslenska landsliðnum undir leiðslu av Jacky J Pellerin. Liðið fer til Barcelona tann 24. juli.