Kári J. á Høvdanum hevur í morgun svomið 100 blandað, sum eitt slag av uppískoytis kapping, til at halda seg í gongd. Hann svam 1:01.95, sum er gott men ikki føroyskt met ella nakað.
Shaila svam hin vegin 27.07 í 50 frí løtu seinni, sum er gott! Ókey, nú veit eg ikki hvat hennara persónliga met er, men føroyska metið hjá Elspu er ‘bara’ 26.71, og kjansur er tí seriøst fyri at Shaila fyrr ella seinni kann taka tað.