Schubert heldur at øll met kunnu rúka á OL í Beijing

Fyri líka sum at seta trumf á alt hetta við nýggju hátøknis svimjidraktunum, so heldur amerikanski høvuðsvenjarin Mark Schubert nú sambært CNN, at øll met kunnu rúka á olympisku leikum í Beijing. 30 heimsmet eru longu sett síðani LZR draktin kom á marknaðin í februar, harav hendan varð brúkt í øllum uttan trimum, og onnur sløg av hátøknisdraktum so vórðu brúkt í restina (Arena R-Evolution í einum føri, og nýggja Mizuno í tveimum).

Kappingarneytarnir hjá Speedo eru í dýrastu neyð, og siga tí alment nú at teirra sáttmálabundnu svimjarar ikki verða straffaðir, um teir heldur brúka Speedo LZR á landsliðum har Speedo er høvuðssponsor. Men onkur hevur tí allíkavæl verið hóttur um at kunna stuðulin, og svimjarar sum t.d. Rosolino krevja tí at okkurt hendur beinan vegin, so at kappingin á OL verður fair. “If I were to go out there in a scuba suit it wouldn’t be fair either” (her kelda: CNN)

Sambært SwimNews so sigur Filippo Magnini nú alment, at hann fer at bróta sín sáttmála við Arena, um ikki tey hava eina drakt klára til olympisku leikir í summar, sum kann kappast við LZR Racer. Arena, Adidas og Diana hava skrivað felags mótmæli til FINA, við krav um svar. Arena hevur enntá sett fullsíðu lýsingar í bretsku bløðini í dag, har tey forklára hví tey mótmæla ímóti avgerðini hjá FINA, at loyva hesari nýggju draktini. Minnist ikki um eg havi nevnt tað fyrr, men sambært SwimNews skrivaði Diana fyri tíð síðani eisini bræv til FINA, har tey m.a. bóðu um svar uppá hví FINA nú loyvir Speedo at geva klæðunum ein plastikk-film, tá ið tey fyrr hava forbjóða Diana at gera tað sama.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.