Nólsoyarsvimjingin 2007

Nólsoyingar bjóða til árligu svimjingina yvir um fjørðin, leygardagin 11. august kl 15:30, møta kl 14:30. Í ár kanst tú velja millum at svimja og renna annaðhvørt allan teinin á umleið 4000 metrar, frá niðanfyri hjá radioamatørunum í Havn til heiðursportrið í Nólsoy, ella ein stytri tein á umleið 1000 metrar, frá einum báti út fyri Nólsoy til heiðursportrið.

Hetta er tíggjunda árið at skipað verður fyri svimjing til Nólsoyar. Luttøkugjaldið er 250 krónur, og tú mást hartil sjálv/ur fáa til vega ein rímiligan stóran bát, tvey vaksin hjálparfólk í bátinum, VHF og vátdrakt. Tilmelding fer fram her á triathlon.fo. Sí annars viðfestu innbjóðing frá fyrireikarunum.

One thought on “Nólsoyarsvimjingin 2007”

  1. Fekk teldupost í gjár um at luttøkugjaldið var minkað frá 250 kr til 100 kr á longra teininum, og til 50 kr á stytra. Sum er hava 6 tilmeldað seg: 1 á longra teininum og 5 á stytra. Viðfesta innbjóðing er skift út.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.