Síggið myndir og video av avstralskum svimjarum í draktunum her og lesið annars her á SwimInfo. Speedo hava lanserað sínar nýggju LZR Razer draktir, sum m.a. Michael Phelps sigur følast sum rúmdardraktir. Tær kunnu keypast umleið 30. juli 2008, men vanligi svimjarin skal allíkavæl ikki vænta sær at fáa hendur á eina áðrenn OL í Beijing. USA og Australia fara at fáa draktir til OL í spesial litum, meðan restin av heiminum má klára seg við svørtum draktum Continue reading Speedo lanserað nýggjar draktir
Tag: speedo
Um nýggju superdraktirnar frá Speedo
SwimNews skrivar rættiliga áhugavert her um nýggju FS-Pro svimjidraktirnar frá Speedo, at ‘um eg var venjari ella svimjari á veg til Beijing, so hevði eg staðið við hurðina til høvuðsskrivstovuna hjá Speedo og bukað upp á hurðina, inntil onkur kom við einum posa av skræddaraseymaðum FS-Pros’.
Tiltikni amerikanski landsliðsvenjarin Mark Schubert kallar draktirnar fyri størsta tøkniliga lop innan svimjing síðani einaferð mitt í 70’unum, og svimjistjørnur sum Kate Ziegler og Ryan Lochte rósa teimum eisini óført:
“I don’t think the suit took off all 10 seconds,” Ziegler said. “But it definitely made a difference.” (um hvussu stóran týdning Kate Ziegler helt at draktin hevði, tá ið hon herfyri knústi heimsmetið hjá Janet Evans, sum annars hevði staðið líka síðani 1988)
Now she says: “I just didn’t believe it could be that good. I thought it was overrated.” After that 15:42.54, she intends to wear the FS-Pro “in all competition from now on”. Having never felt so fresh and void of heaviness of legs associated with hard distance events. Ziegler said. “It basically feels like a second skin”
“Every time I put on that suit, I know I’m going to fly,” said Ryan Lochte. “I’ve never felt this good in the water. It’s super thin, and it keeps you floating. If you try that suit once, you’re never going to put anything else on”
Draktin vigar bara helvtina av tí sum aðrar draktir viga, og strammar allíkavæl minst líka væl um kroppin. Hon upptekur lítið og einki vatn, og tornar tí eisini uppá bara 45 minuttir eftir ein tíma í vatni, har ein (Speedo) Fastskin brúkar 16 tímar.
Michael Phelps brúkar hana.
Greinin endar eitt sindur stuttligt, við at tey nevna at hendan draktin týðiligvís gevur svimjarunum fyrimun í vatninum, í mun til fólk uttan líknandi drakt… og at fyrireikararnir av Beijing tí mugu syrgja fyri at allir luttakarar hava atgongd til draktirnar, um tær ikki skulu vera ólógligar.
Speedo og onnur heiðra Michael Phelps
Speedo hevur eina heilsíðulýsing við Phelps í mest lisnu avísirnar í USA í dag, “USA Today” og “New York Times”. NBC kallar hann “the greatest athlete on the planet”, ESPN.com sigur at hansara bragd var “the greatest swim performance ever”, og Yahoo kallar hann “the person of the week”.
Speedo hevur enntá eitt heilt avsnitt í nethandli sínum á www.speedousa.com, har man kann keypa ta kappingar- og venjingarútgerð sum Phelps brúkar. Alt frá kappingardrakt til blusu, ryggsekk, hondplátur og fitjur. Og tey hava lagt video av teimum 7 gullheiðursmerkjunum og 5 einstaklinga-heimsmetunum hjá honum her, online á heimasíðuni.
Continue reading Speedo og onnur heiðra Michael Phelps