Super sportsandi millum semifinalistar

Superdraktin hjá George Bovell III úr Trinidad & Tobago skrædnaði so mikið illa, beint áðrenn hann skuldi svimja hálvfinalu í 50 metra frí, fyrrakvøldið, at hann var so gott sum nakin. Har vóru ikki stundir at skifta, og svimjidómararnir áttu tí eftir røttum at hava latið hálvfinaluna farið fram uttan at Bovell var við, sambært avgerð hjá FINA. Men hinir hálvfinalistarnir vildu ikki fylgja hesum boðum, og noktaðu tí at marsjera út til start, hóast svimjararnir beinleiðis róptu at teimum, og hóast teir í prinsippinum risikeraðu at verða kolldømdir, fyri ikki at akta boðunum.

02082009692
Continue reading Super sportsandi millum semifinalistar

5 heimsmet sjeynda dag á HM

Nú byrjar tað at merkjast, at svimjarar hava kappast í 7 dagar, tí summi heimsmet komu ikki, sum vit annars høvdu væntað, og summar stórar stjørnur fullu eisini til frama fyri nýggj nøvn. Í 50 firvald gjørdist Therese Alshammar til dømis bara nummar 4, hóast hon setti heimsmet í hálvfinaluni, og uttan at nakar annar setti heimsmet í finaluni. Hinvegin vann norska Ingvild Snildal bronsu, sum heilt víst kemur væl við hjá norðmonnum.

DSC_2233

Men har komu tó nøkur heimsmet. Simbabviska Kirsty Coventry svam seg rættiliga trygt til gull og heimsmet í 200 rygg, við tíðini 2:04.81, har hennara egna heimsmet frá OL í Beijing var 2:05.24. Í 100 firvald vann Phelps á Cavic við nýggjum heimsmeti 49.82, fyrsti maður undir 50, har heimsmetið hjá Cavic frá hálvfinaluni var 50.01. Cavic sjálvur svam 49.95, nú í finaluni, men verður ikki fyrsti maður undir 50, við tað at Phelps svam skjótari. Í 50 rygg svam Liam Tancock seg við Anders And teknikki til heimsmet við tíðini 24.08, har heimsmetið hjá Randall Bal var 24.33. Og í 4×100 blandað svumu kinesisku kvinnurnar seg til sítt næsta heimsmet á hesi stevnu, við tíðini 3:52.19, har heimsmetið hjá Avstralia var 3:52.69.
Continue reading 5 heimsmet sjeynda dag á HM

Pál 15.21.37 í 1500 frí

Pál Joensen hevur sum kunnugt verið eitt sindur sløjur her í seinastuni, og tað var tí ivasamt um hann yvirhøvur fór at royna seg í teimum 1500 frí, líka upp til dagin í gjár. Tá føldi hann seg tó so mikið frægan, at hann gav tí ein kjans í dag. Og tað gekk eisini hampuliga væl hjá Páli, fyrstu 3-400 metrarnar, til hann av álvara byrjaði at dragna, og endaði á eini tíð sum er næstan 20 sekund frá hansara bestu tíð. Ógvuliga ergeligt, tí tað hevði bara kravt eina tíð betri enn 1:00.70 at koma í finaluna, har besta tíð hjá Pál er 15:02.80. Pál endaði samanlagt á einum 17. plássi, av teimum 43 sum svumu, har hann sambært tilmeldingartíðini var styrkismettur at verða nummar 14.

Kári føroyskt met í 50 rygg

Kári J. á Høvdanum setti beint nú føroyskt met í 50 frí á langgeil, her í Rom, tá ið hann svam teir 50 í tíðini 27.65, har metið hjá honum frá evropeisku meistarastevnuni í Beograd í fjør var 27.98. Harvið er heimsmeistarastevnan av fyri hansara viðkomandi, og hann kann fara heim við tveimum føroyskum metum, í 50 firvald og 50 rygg.