Super sportsandi millum semifinalistar

Superdraktin hjá George Bovell III úr Trinidad & Tobago skrædnaði so mikið illa, beint áðrenn hann skuldi svimja hálvfinalu í 50 metra frí, fyrrakvøldið, at hann var so gott sum nakin. Har vóru ikki stundir at skifta, og svimjidómararnir áttu tí eftir røttum at hava latið hálvfinaluna farið fram uttan at Bovell var við, sambært avgerð hjá FINA. Men hinir hálvfinalistarnir vildu ikki fylgja hesum boðum, og noktaðu tí at marsjera út til start, hóast svimjararnir beinleiðis róptu at teimum, og hóast teir í prinsippinum risikeraðu at verða kolldømdir, fyri ikki at akta boðunum.

02082009692

Hálvfinalan varð tí útsett, til Bovell var komin í eina gamla Speedo LZR drakt, og fekk svomið. Tað hoyrir til søguna, at hann tá varð nummar 8 saman við einum øðrum svimjara, og tí mátti svimja teir 50 um aftur síðst tá um kvøldið. Og at hann tá í umsvimjingini setti stevnumet, 21.20, sum altso varð skjótasta tíð av øllum í hálvfinalunum. Í finaluna svam hann verri, 21.51, og gjørdist tí nummar 7 av teimum 8, hóast teir 21.20 høvdu rokkið til eitt silvurheiðursmerki, frammanfyri Frederick Bousquet og Amaury Leveaux.

Hinir 7 í hálvfinaluni hjá Bovell vóru David Dunford úr Kenya, Cullen Jones úr USA, Amaury Leveaux úr Fraklandi, Stefan Nystrand úr Svøríki, Duje Draganja úr Kroatia, Konrad Czerniak úr Póllandi, og Graeme Moore úr Suðurafrika. Menn sum eftir mínum tykki eiga at verða heiðraðir, fyri framúr ítróttaranda hóast vanda fyri egnan straff.

Les SwimmingWorld Magazine

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.