Birita 27.93 í 50 frí, Shaila 27.50

13 ára gamla Birita Debes svam í morgun 50 frí á langgeil í tíðini 27.93, har kravtíðin til juniormet á langgeil er umleið 28.48, og á stuttgeil umleið 27.93. Hetta gevur henni eina plasering sum nummar 92 av teimum 169 luttakandi, har hon sambært tilmeldingartíðini var styrkismett til at verða nummar 147.

Eina løtu seinni svam Shaila millum Garðarnar somu grein í tíðini 27.50, har hennara tilmeldingartið og føroyska met er 27.32. Shaila kláraði tí tíverri ikki at seta føroyskt met eisini í fjórðu og seinastu kapping, eftir at hava sett føroyskt met í 100 firvald, 100 frí og 50 firvald, og er tí óivað rættiliga ónøgd um tað. Hennara endaliga plasering varð sum nummar 88 av teimum 169, har hon eftir tilmeldingartíðini lá til at verða nummar 85.

6 heimsmet á sætta degi av HM í Rom

Finaluumfarið í kvøld við heimsmeti nummar 28 á hesi stevnu, tá ið Britta Steffen svam 52.07 í 100 frí, har heimsmetið hjá henni frá stafettini seinasta sunnudag var 52.22. Síðani svam Aaron Piersol sum fyrsti maður nakrantíð undir 1:52 í 200 rygg, tá ið í finaluni svam 1:51.92, har heimsmetið hjá honum frá amerikansku meistarastevnuni herfyri var 1:53.08. So setti Marleen Veldhuis heimsmet í fyrru hálvfinalu av 50 firvald, við tíðini 25.28 har hennara heimsmet frá hálendsku meistarastevnuni í apríl var 25.33. Og so tók svenska Therese Alshammar heimsmet frá Veldhuis í næstu hálvfinalu, við tíðini 25.07. Í seinnu hálvfinalu av 100 firvald setti Milorad Cavic heimsmet við tíðini 50.01, har heimsmetið hjá Phelps frá amerikansku meistarastevnuni var 50.22. Og at enda setti USA nýtt heimsmet í 4×200 frí hjá monnum, við tíðini 6:58.55, har heimsmetið hjá teimum frá OL í Beijing var 6:58.56.