Eitt sindur um triðja dag hjá mær her í Rio, sum gekk við at royna sjógvin her í Copacabana, har open water kappingin skal verða, og við at ganga strondina á tamb.
Tag: Rio 2016
Rókur í Rio – Pool barrin
Nøkur orð av tekjuni á hotel Golden Tulip Regente, har útsýnið er best yvir Copacabana
Rókur í Rio – Um svimjingina
Eitt sindur um hvussu tað gongur hjá serliga evropeum og norðurlendingum á svimjistevnuni í Rio.
– Og sorry, her er heilt galið við hvat eg sigi, í mun til hvat eg hugsi og veit … Tí Sarah vann sjálvsagt gull í 100 firvald (ikki 100 blandað), meðan Efimova kappaðist um gull í 100 bringu (ikki firvald).
Rókur í Rio – Um tøknina
Eitt sindur um hvussu eg ætli at fáa tilfar heim
Rókur í Rio – Fyrsta døgnið
Nøkur orð um fyrsta døgnið í Rio
Rok í Rio: Olympiski býurin ikki klárur
Dansk Idræts-Forbund skrivar her um støðuna í OL-býnum í Rio, at har eru so mikið nógvir trupulleikar við vesunum, vatninum, streyminum og so framvegis, at tey sum eru farin undan íðkarunum ‘arbeiða í døgndrift’ til at fáa kømrini klár til. Tey hava millum annað saman við svenskarunum leigað eina privata reingerðingarfyritøku til at vaska kømrini, tí at har ikki var ruddað upp eftir hondverkarunum.
Danskir Rio-luttakarar hava valt sín OL-slagsang
“Vi Brænder” hjá NOAH – lesið her á TV2.dk
Stór avbjóðing hjá Páli í Rio
Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú kunngjørt startlistarnar til OL í Rio, har Pál sum kunnugt skal royna seg í 1500 metra frísvimjing. Og latum okkum heldur bara staðfesta beinanvegin, at kappingin verður sera hørð, um at sleppa í finaluna.
Michael Phelps svam seg í nátt til OL í Rio
Hann er harvið fyrsti amerikanski maður sum hevur kvalifiserað seg til fimm Olympiskar Leikir. Sydney 2000, Athen 2004, Beijing 2008, London 2012 og Rio 2016.
https://youtu.be/X2AtP49YB5U
Fíggjarkreppa í Rio, mugu hava stuðul til OL
Fíggjarstøðan er so mikið ring hjá statinum Rio de Janeiro, at guvernørurin har í gjár lýsti tey at vera í fíggjarligari neyðstøðu, og at landið Brasil tí má seta inn við eyka pengum, nú upp undir Olympisku Leikir, til at umganga ‘totalt skrædl í almennari trygd, heilsu, útbúgving, í flutningskervinum og umhvørvisstýringini’. Tey meta seg tó eftir øllum at døma enn at kunna avgreiða OL.